At spæla føroyskt uttan Herborg og Steintór´sa sangir, er sum tveir kassagittarar uttan streingir.
Nú fara tey javnlík á pallin saman. Afturat sær hava tey eitt politiskt vakurt tyssi av tónleikarum: Pætur við Keldu, klaver, Rakul Petersen, gittar, Vár Miðberg, trummur, Kim Hansen, harmonika og Elin Maria Hansen, bass.
Á Reinsarínum í Havn fríggjakvøldið verður tað ein blandaður bunki av góðum, gomlum, kendum og nýggjum sangum, sum fara at mala í heimagjørdu kvørnini.
Herborg Torkilsdóttir og Steintór Rasmussen hava í sínum nógvu og vældámdu sangum sett orð á hvussu føroyingar liva, virka, droyma, stríðast og elska.
Fríggjakvøldið fara tey at syngja og skriva søgu saman.
Reinsaríið hevur »Spæl føroyskt«-viku í sambandi við FMA hátíðarhaldið 11. mars.