Herborg stillar upp fyri Sjálvstýri

Sjálvstýri boðar frá nýggjum valevni

 

Sjálvstýri boðar í dag frá, at 28 ára gamla Herborg Hansen úr Klaksvík verður valevni fyri Sjálvstýri til komandi løgtingsval.

Herborg Hansen er útbúgvin innan tónleika vinnu og sangsmíð, og hon er í løtuni fløguaktuell við nýggju fløgu hennara ”Eyðkenni”, og tað er júst mentunarøkið ið liggur henni sera nær. Herborg ynskir at vera við til at seta størri sjóneyku á mentan í breiðari merking.

- Tað er týdningarmikið, at vit betra um karmarnar fyri mentanarligum og kreativum virksemi. Tað skal gerast hugaligari hjá tí privata at stuðla mentan, soleiðis at virksemi gerst meiri fjølbroytt og breitt kring alt landið. Hetta kann m.a. gerast við eini endurskoðan av toll og meirvirðisgjøldum, sigur hon.

Hon arbeiðir á Bakkafrost á Glyvrum, og er við fyrsta barn saman við skotska sjeikinum James Clarke. 

Í 2018 flutti Herborg heimaftur til Føroyar, eftir at hava búð uttanlands í 10 ár. Hon hevur gingið á altjóða miðnámsskúla í Norra, passað børn og lært franskt í Frankaríki, og lisið á fróðskaparsetri í Skotlandi. Í Føroyum er hon møguliga mest kend fyri at vera sterkasti kvinnuligi telvari, tó tað er ein løta síðani hon hevur fingist nógv við ítróttin.