Harvið er Herborg á deildum 1. plássi, við 1½ stigi, eftir at 2. umfør eru telvd í U20-bólkinum. Herborg var ongantíð í vanda ímóti altjóða kvinnuliga meistaranum úr Svøríki, við altjóða styrkitalinum 2381.
Javnleikurin kann vísa seg at hava stóran týdning, tá avtornar.
Sára Traber Olsen snávaði í U16-bólkinum og liggur eftir 2. umfør á 5. plássi við 1 stigi.
Herborg og Sára hava báðar svarta fólkið tá 3. umfar verður telvað seinnapartin kl. 17.00.
Signhild Durhuus og Hanna Jacobsen hava báðar fingið eitt stig í part og telva móti hvør øðrum seinnapartin.
Fylgið kappingini á www.skaksamband.is, har Herborg og Sára verða at síggja LIVE.
NM í talvi fyri gentur endar sunnudagin.
Skráin fyri restina av kappingini:
3. umfar, leygardag, kl. 17.00
4. umfar, sunnudag, kl. 11.00
5. umfar, sunnudag, kl. 17.30