Annan sunnudag verður tað greitt, hvør kann kalla seg fyrsti danski meistarin í fótbólti eftir at nítjan hundrað er skift út við tvey túsund.
Jákup Mikkelsen og Herfølge eru framvegis á odda, og eftir at teir sunnudagin vunnu 2?1 í Esbjerg, eru tey alt fleiri, sum rokna við, at meistaraskapurin í ár verður vunnin av Herfølge. Um hetta verður soleiðis, so verður talan um mest óvæntaðu endastøðuna nakrantíð í donskum fótbólti, verður sagt.
Hóast Esbjerg er botnlið og ivaleyst ikki hórar undan í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting, so var tað sumt, ið bendi á, at uppgávan hjá Herfølge fór at verða torfør. Mitt í síðstu viku var Esbjerg, sum í síðsta heimadystinum undan vitjanini hjá Herfølge hevði vunnið 2?0 á Brøndby, í Lyngby, har teir vunnu 6?4.
Og spurningurin er, hvussu tað hevði lagað seg, um Esbjerg hevði komið á odda móti Herfølge. Beinanvegin høvdu teir góða skotroynd, men Jákup Mikkelsen hevði tað hepnið, sum oddalið ofta verða søgd at hava. Bólturin small í stólpan og fór út til málspark, og so var tað, at Herfølge tók valdið á vøllinum og skoraði tvey mál.
Tað fyrra fingu teir tá tíggju minuttir vóru farnir. Málskjútti var Jens Madsen, sum fylgdi upp í vinstru og sendi innleggið ella skotroyndina, sum var komin úr hinum borðinum í kassan.
Tá Jesper Falck tíggju minuttir seinni økti til 2?0, var tað eftir fríspark. Herfølge átti at havt økt uppaftur meiri um leiðsluna. Teir spældu væl, og teir høvdu nógvar møguleikar fyrsta tíman, men teir fingu ikki fleiri mál.
Esbjerg minkaði um munin miðskeiðis í 2. hálvleiki. Jákup Mikkelsen varð skrásettur at hava gjørt sjálvmál. Tað ljóðar kanska eitt sindur undarligt, tí tað kemur ofta fyri, at málverjar eru teir síðstu, sum nerta bóltinum, áðrenn hann fer um strikuna, men hesa ferð var talan um eitt veruligt sjálvmál. Tá Jákup skuldi boksa frísparksinnlegg úr høgru burtur, rakti hann bóltin soleiðis, at hann sigldi í málið.
? Eg helt, at eg boksaði bóltin út til hornaspark, men tað fór hann altso ikki, staðfesti Jákup Mikkelsen aftaná. Sjálvandi var hann fegin um, at sjálvmálið ikki hevði havt við sær, at Herfølge misti nakað stig.
Eftir málið tóktust teir á heimaliðnum at trúgva meiri uppá, at tað kundi bera til at fáa eitt mál afturat, men Jákup Mikkelsen vardi øllum skotroyndunum.
Okkurt slag av málmi
Í gjárkvøldið var Brøndby í Silkeborg. At Herfølge vann legði undan dystinum í gjárkvøldið eitt stórt trýst á favorittarnar til DM úr Brøndby.
Herfølge hevur tríggjar dystir eftir at spæla ? tveir á heimavølli og ein á útivølli. Sunnudagin fáa teir vitjan av OB, mikukvøldið í komandi viku skulu teir spæla torføra útidystin í Silkeborg, og annan sunnudag koma Todi Jónsson og FCK til Herfølge.
? Nú eri eg 90 prosent vísur í, at vit fara at fáa okkurt slag av heiðurskrónum, og harvið hava vit meiri enn rokkið málið, sum vit høvdu sett okkum undan kappingarbyrjan og eisini málið, sum vit settu okkum eftir vetrarsteðgin. Eg dugi ikki at siga enn, hvat slag av heiðursmerkjum vit fara at fáa, segði Herfølge venjarin, John Faxe Jensen, sum ikki tykist hava nakað ímóti, at undirspæla leiklutin hjá Herfølge.
Nýklassikarin
Todi Jónsson hevði frí í vikuskiftinum, men komandi vikuskifti kunnu hann og hinir í FCK vera við til at hjálpa Jákupi Mikkelsen og Herfølge nærri meistaraskapinum. Sjálvandi fer tað tá at verða hildið eitt sera vakið eyga við gongdini heimadystinum hjá Herfølge móti OB.
Men ivaleyst verður tað soleiðis, at stóri áhugin hjá pressuni ? bæði í hesi vikuni og í vikuskiftinum ? fer at vera vendur móti einari nýggjari útgávu av nýklassikaranum í donskum fótbólti. FCK skal spæla í Brøndby, og tey seinnu árini hevur einki í donsku superliguni komið í nánd av áhuganum fyri hesum uppgerðunum.
Stórfeløg í tungum sjógvi
At tíðirnar broytast er sjón fyri søgn í donskum fótbólti. Fyri einari fjórðings øld síðani var FCK ikki til, og Brøndby spældi seriufótbólt. Tá taldust AGF, Vejle og Esbjerg millum tey stóru og nógv vinnandi feløgini í Danmark.
Nú stendur ikki so væl til í jysku stórfeløgunum. Øll eru tey í botninum í superliguni. Felagið hjá Óla Johannesen hevði frívikuskifti, men hóast tað, so mundu teir draga andan eitt sindur lættari. Esbjerg og Vejle vóru undan vikuskiftinum undir niðurflytingarstrikuni, og tað eru tey framvegis. Vejle tapti ikki minni enn 7?1 móti AaB, og 6.721 áskoðarar sóu Esbjerg tapa móti Herfølge.
Nú verður mest sum tikið fyri givið, at hesi bæði søguligu feløgini ikki verða í superliguni eftir summarfrítíðina. Hesin veruleikin harmar nógv.
Viborg var inntil fyri stuttum við í stríðnum um DM, men nú er luftin farin úr teimum. Teir vitjaðu AB, sum tykist hava fingið luftina aftur, eftir at teir hava givið Ole Mørch sekkin. AB vann 6?0.
OB er eitt annað av stóru feløgunum í superliguni, sum ikki hevur staðið seg væl. Hesa ferð taptu teir 3?1 á heimavølli móti Lyngby, men nú er vandin burtur fyri, at OB skal flyta niður.jh
Sunnudagin vann Kongsvinger 3?0 á útivølli móti Sandefjord. Kongsvinger hevur tólv stig, og teir eru á næstfremsta plássinum.