Hergeir Nielsen skeivt avmarsjeraður

Tað undrar undirritaða ikki sørt at síggja grein hjá Hergeiri Nielsen við yvirskrivtini ,»Johan Dahl villleiðir almenningin« í onsdagsdimmuni.

Undirritaði hevur ongantíð sagt, at eg ikki havi fingið avrit av skrivinum frá verjumálaráðharranum, - tað havi eg fingið , eisini komu fundarboð frá formanninum umvegis skrivaran út móti midnátt, at fundur skuldi verða um nevnda mál morgunin eftir .
Eisini bleiv eg spurdur, um tað var í lagið, at frávik mátti gerast í tíðarfreistini, tí fundurin var umráðandi, og hesum játtaði eg , eins og eisini bleiv játtað at verða við til nevnda fund.
Hesin bleiv so seinni sama kvøld avlýstur og seinni hildin í løgtinginum aftaná løgtingsfundin tann 20.11.02
Tað skriv sum eg vísti til í samrøðu míni við útvarpið og segði, var ókent fyri meg inntil fundin í løgtingshúsinum, - var tað skriv, sum Hergeir Nielsen seinni hevur sent til løgmann, har hann sum formaður í uttanlandsnevndini og sigandi umboðandi ein meirluta í nevndini gjørdi greitt í skrivi til løgmann, at meirilutin mælir løgmanni til beinanvegin at svara verjumálaráðharranum, at hann ikki skilir skriv verjumálaráðharrans sum eina kunning samsvarandi ásetingunum í heimastýrislógini.
Millum annað verður síðani í skrivinum sagt at: Sostatt verður eingin tilsøgn innan fyri omanfyri nevndu øki givin føroyum viðvíkjandi.
Sum greitt frá í útvarpinum so var skrivið til uttanlandsnevndina eitt skriv til KUNNINGAR og ikki eitt skriv, har biðð var um nakra tilráðing, og tað kom eisini púra greitt fram á fundinum, har løgmaður var við í løgtinginum,- løgmaður bleiv beinleiðis spurdur um hetta, og svarið var, at hann einans kunnaði okkum og bað ikki um tilráðing.
Minnist meg rætt frá fundinum í løgtingshúsinum, so var Heðin Zachariassen ikki við uppá at senda skrivið, sum Hergeir hevði orðað til løgmans, men hann einans gekk við til at biðja løgmann taka av kunningar tilboðnum frá verjumálaráðharranum um víðari gongdina í málinum.
Hetta kann Heðin Zachariassen ivaleyst eisini vátta var so, sum eg sigi.
Sum ikki einaferð og ivaleyst heldur ikki seinastu ferð, so vil uttanlandsnevndarformaðurin hava konfrontasjón, tað dámar honum best, sær tað út til.
Spell, at øll onnur altíð misskilja hann, tað má verða møðsamt í longdini.
Nei, Hergeir Nielsen, Johan Dahl villleiðir ikki almenningin, men tað sær ikki mætari út enn, at onkur annar hevur tendensir tann vegin.