Hergeir Nielsen valdur til tingformann

Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkin er nýggjur tingformaður. Hann fekk 17 atkvøður fyri og 16 ímóti. Hitt uppskotið var Alfred Olsen

Hergeir Nielsen trein fyrstu ferð á politiska leikpallin í januar 1979, tá hann varð valdur til landsstýrismann fyri Tjóðveldisflokkin einasn 29 ára gamal. Hann fór úr aftur politikki tvey ár seinni ? men varð fyrstu ferð valdur á ting í 1984, har hann sat til 1994.

Hann var afturvaldur á ting í 1998 og hevur sitið síðani.

Hergeir Nielsen var tingformaður í 1987-88.

1. næstformaður er Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum.

2. næstformaður er Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum.

3. næstformaður er John Johannesen úr Javnaðarflokkinum.

Hesi fýra menn mynda nýggja formansskapin í løgtinginum, har tað eisini sita átta kvinnur - so javnstøða er ikki júst tað, sum eyðkennir formansskap løgtingsins.