Ferðaráð Føroya fekk nýggjan stjóra í gjár. Landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum, Finnbogi Arge, gjørdi av at fylgja tilmælinum frá stýrinum fyri Ferðaráð Føroya og seta tann 54 ára gamla Hera Niclasen í starv, sum stjóri á Ferðaráð Føroya.
Ein spennandi
avbjóðing
Sjálvur fegnast Heri Niclasen um, at hann hann fekk starvið.
? Eg havi starvast í ferðavinnuni í sekstan ár og eg haldi, at tað var ein náttúrligur partur av eini starvsleið innan ferðavinnuna, at eg søkti hetta starvið og eg haldi ikki, at tað er verri fyri Ferðaráði Føroya, at tað fær ein stjóra, sum kemur úr sjálvari vinnuni. Á tann hátt kann Ferðaráðið fáa tilført eina nýggja dimemsión, sigur nýsetti stjórin, tá vit fingu orð á hann seinnapartin í gjár.
Hann veit, at avbjóðingin er stór, men hann stúrir ikki fyri at fara undir hana.
Hann veit hvat hon inniber, og hann veit kanska betri enn nakar innan føroysku ferðavinnuna, hvat skal til, fyri at fáa føroysku ferðavinnuna at virka sum eina heild.
? Hetta fer at seta sera stór krøv til samstarvsevnini, tí vit skulu samstarva við so nógv fólk, feløg og stovnar, sum eru í vinnuni, sigur nýggi stjórin, sum sær tað sum sítt fremsta mál, at fáa samstarvið í vinnuni at koyra.
? Tað eru jú so nógvir leikarar á pallinum og gera arbeiða teir ikki saman, so kann tað ávirka teirra úrslit. Tað at teir ikki arbeiða saman merkir ikki, at teir mótarbeiða hvør øðrum, men samstarv millum aktørarnar í vinnuni og ein samansjóðing av tí, teir hava at bjóða fram, verður nakað av tí, sum eg fari at arbeiða við, sigur Heri Niclasen.
»Góðkenning«
Hóast Heri ikki fílist á góðskuna á tí, sum føroyska ferðavinnan hevst at, so heldur hann at eitt slíkt samstarv millum Ferðaráðið og teir, sum eru í vinnuni, kundi havt ymsar ágóðar við sær fyri vinnuna.
? Landið er so lítið, og fer hvør fjørður at bjóða út tað sama uttan at tað verður samansjóða, so er vandi fyri, at alt gerst ein vavgreytur. Økisfeløgini gera eitt ótrúliga stórt arbeiði, men hjá teimum, sum gera príslistarnar er tað torført at vita hvussu gósðkan er á teimum ymsu tiltøkunum. Tað kann ein samansjóðing bøta uppá. Hon kann virka sum ein »góðkenningarskipan«, sum gevur teimum, sum gera príslistarnar nakað at arbeiða út frá, sigur Heri og leggur dent á, at tað ikki er tí, at góðskan er vánalig.
Fatur á penga-
sterkum ferðandi
Nýggi stjórin á Ferðaráðnum dylir ikki fyri, at vit eiga at leggja okkum eftir at fáa peningasterkar gestir til Føroya.
Hann greiðir frá, at Atlantsflog í seinastuni hevur arbeitt við at uppbyggja eitt agentnet úti í Evropa saman við SAS og Icelandair og tankin aftanfyri tað er, at fáa so stóra flatu úteftir, sum gjørligt.
? Tað er ikki at leggja seg eftir einum ávísum málbólki, men eg haldi, at vit eiga at royna at fáa peningasterkar gestir til Føroya.
Sum støðan er í løtuni, so er ferðavinnutíðin í Føroyum ikki serliga long, og tað heldur Heri, at vit eiga at gera nakað við.
? Vit eiga at leingja um ferðavinnutíðina í byrjanini og í endanum fyri at fáa fleiri ferðandi til Føroya, tí tað er ein spurningur um vit klára at hýsa fleiri í háárstíðini, sum tað sær út nú. Og tað má vera ein samanhangur ímillum útboði og kapasitetin, sigur hann.
Hann vísir eisini á møguleikan at lýsa Føroyar sum skeiðstað og líknandi, tí tað er ofta nakað, sum hendir uttanfyri vanligu ferðavinnutíðina.
Broyta hugsunarhátt
Tá kemst ikki uttanum, at Heri Niclasen er ein sera kendur maður, tá tað um ferðavinnu ræður. Hann hevur starvast á SmyrilLine í 12 ár og á Atlantsflog í hálvt fjórða, og hevur í báðum støðum tikist við sølu- og marknaðarføring. Tí kennir hann og er kendur av einum ótali av fólki bæði innanlands sum uttanlands.
Og Heri veit, at tað kann gerast ein fyrimunur hjá honum nú hann fer í nýggja starvið.
? Tað eigur sjálvsagt at vera ein fyrimunur, at hava arbeitt saman við so nógvum fólki. Tað verða so at siga somu fólk, sum eg komi at samstarva við í nýggja starvinum. Bæði innanlands og uttanlands.
Men nýggja starvið krevur eisini, at hann sjálvur broytir hugsunarhátt. Fyrr hevur høvuðsendamálið verið eksternt, sum hann sjálvur tekur til, men nú verður tað internt.
Men tí smæðist hann ikki fyri, og hann gleðir seg ógvuliga nógv at fara undir nýggju uppgávuna, sum liggur fyri framman.
Heri heldur fram í starvinum hjá Atlantsflog í tríggjar vikur afturat. Hesa tíðina skal hann brúka til at handa øðrum tað, sum hann hevur tikist við, og so er klárt at taka við nýggja starvinum.
Starvið er áramálssett fyri fimm ár, men Heri vónar, at hann klárar at gera eitt so gott arbeiði, at starvstíðin verður longd.
Sosialurin ynskir nýggja stjóranum á Ferðaráð Føroya tillukku og góðan byr frameftir.