Hermenn á pólin

Tað er næstan einki mark fyri, hvat londini við Norðpólin kunnu finna uppá, nú tey kappast um at tilskila sær ræðisrætt yvir pólinum og økinum har um vegir. Tað seinasta stigið er komið úr Kanada, har forsætisráðharrin, Steven Harper, sigur, at Kanada fer at byggja tvær herstøðir á Norðpólinum. Støðitnar skulu virka sum venjingarlegur hjá umleið 100 hermonnum ísenn. Steven Harper hevur júst verið norðuri við Norðpólin.