Vápnaðir hermenn hava tikið 35 fólk sum gíslar eftir álop á eitt tok í landsynningspartinum av Pakistan.
Hermenninir hava hótt við at drepa gíslarnar, um trygdarfólk ikki fara úr økinum.
Løgreglan og jarnbreytarfólk hava sagt, at tokið er fangað í einum tunli, og at bilførarin hevur fingið álvarsligan skaða.
Tokið hevði umleið 400 ferðafólk, harav 350 eru mett at vera trygg. Hesum boðar lokala løgreglan frá, sambært Reuters.
Sambært trygdarfólkunum hoyrdist ein spreinging nærhendis tunlinum, og eftir hetta var skotbardagi við hermenninar.
Í eini fráboðan hevur hernaðarliga loysingarrørslan Balochistan Liberation Army, BLA, tikið ábyrgdina av álopinum.
Bólkurin hevur sagt, at millum gíslarnar eru limir í pakistanska herinum og øðrum trygdarfólkum, sum ferðaðust í farloyvi.
Í fyrstu atløgu varð sagt, at vápnaðar herdeildir høvdu tikið yvir 450 fólk sum gíslar.
Bólkurin hevur síðani boðað frá, at serliga kvinnur, børn, eldri og borgarar úr økinum eru leyslatnir og hava fingið eina "trygga leið".
- BLA ávarar víðari um, at um hernaðarliga inntrivið heldur fram, verða allir gíslar avrættaðir, skrivar bólkurin í eini fráboðan send journalistum og løgd út á Telegram.
Tokið var á veg úr Quetta í landsynningspartinum av Baluchistan til Peshawar í norðara parti av Khyber Pakhtunkhwa, tá tað varð álopið.
Stjórnin í Balochistan boðaði fyrr í dag frá, at hon hevur sett í verk eina røð av neyðtiltøkum, og at allir stovnar eru virknir fyri at fáast við støðuna.
BLA stríðist fyri, at Balochistan skal vera sjálvstøðugt. Tað er størsta, men fátækasta økið í Pakistan. Tað er millum annað kend fyri at vera rík av málmi.
Stríð í áratíggju í økinum Baluchistan hevur elvt til álop móti stjórnini, herinum og kinesiskum áhugamálum í økinum, skrivar Reuters. Uppreistrarmenninir vilja hava ein part av ráevnisríkidøminum í økinum.
Økið, har álopið fór fram, er fjallalendi, og tað ger tað lættari hjá hernaðarligu uppreistrarmonnunum at goyma seg og leggja álop til rættis.
Landsynningsparturin av Pakistan hevur mark við Afganistan og Iran. Harðskapurin í økjunum við Afghanistan er vaksin, síðani Taliban tók valdið í landinum aftur í 2021.
Sambært pakistanska hugskotsstovninum, Miðstøðin fyri gransking og trygdarkanningar, doyðu yvir 1.600 fólk í álopum í Pakistan í 2024. Hetta ger tað til árið við flest deyðum í næstan eitt áratíggju.
Ritzau/Reuters