Herverk á Sandi


 

Leygarkvøldið var veitsla í ungmannafelagshúsinum á Sandi. Út ímóti morgni var neyðugt at boðsenda løgregluni, tí onkur varð blivin illur í brennivíni.

Viðkomandi hevði knúst fleiri rútar í húsinum, og løgreglan kom á staðið. Men tá var gerningsmaðurin sloppin til rýmingar.

Løgreglan veit tó, hvør hevur framt herverkið, men enn er ikki vist, um viðkomandi verður tikin, ella um hann sleppur við at lata eigaranum endurgjald.