Hervør Pálsdóttir verður næstforkvinna í Tjóðveldi

Semja er um at velja Hervør Pálsdóttir til næstforkvinnu, og stríðsval verður millum Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg um forkvinnusessin

Tjóðveldi váttar nú í tíðindaskrivi, at tað verður stríðsval um forkvinnusessin í Tjóðveldi millum Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg, so sum vit skrivaðu fyrr í morgun.

Kallað er til eykafloksting hjá Tjóðveldi, sum verður leygardagin klokkan 12 á Hotel Føroyum.

Á skránni er bara val av forfólki og val av næstforfólki.

Freistin at lata inn uppskot var á midnátt.

Umframt tær báðar, sum stilla upp, var Dennis Holm eisini í uppskoti. Men hann hevur boðað aðalstjórnarformanninum frá, at hann ikki tekur við valinum.

Tað eru bara tey, sum vald á ting fyri Tjóðveldi, sum kunnu stilla upp sum forfólk í flokkinum. Tey seks, sum vórðu vald á seinasta vali vóru hesi:

1. Høgni Hoydal 762 atkvøður

2. Bjørt Samuelsen 759 atkvøður

3. Sirið Stenberg 455 atkvøður

4. Hervør Pálsdóttir 377 atkvøður

5. Annika Olsen 336 atkvøður

6. Dennis Holm 304 atkvøður

Fundurin er fyri limir og øll tjóðveldisáhugað, skrivar Tjóðveldi í tíðindaskrivi.