Hesa ferð eydnaðist tað á norðoyastevnu

KÍ-EB/Streymur 3-1 (1-1):
Tað tók sína tíð, men tá stríðið var lokið í góðveðrinum á norðoyastevnu, var eingin ivi um, at KÍ hevði sigurin uppibornan móti EB/Streymi

Fótbóltur

Sólein skein rættiliga á klaksvíkingar og norðoyingar sunnudagin. Eftir nógva regnið sunnudagin lág heimstaðurin fyri norðoyastevnuni og sólaði sær frá á miðdegi, og tað var nógv fólk til fótbóltsdystin.
Eisini stuðlar hjá EB/Streymi. Tey vónaðu sjálvandi, at søgan frá stevnuni í Klaksvík í fjør skuldi endurtaka seg. Tá vann undirtippaða liðið við ikki minni enn 4-0. Men tað gjørdu teir ikki hesaferð. KÍ vann 3-1. Teir fingu harvið kærkomnu stigini, og teir fingu eitt steyp, sum tóktist at vera eins stórt og tað, sum býráðsformaðurin fyri einum ári síðani handaði EB/Streyma-monnunum.
Men eina løtu vóru ábendingar um, at steypið kanska skuldi fara um Leirvíksfjør. Fyrstu løtuna gekk tað á báðar endar. Spælið var ikki serliga væl skipað, og uppløgdu málmøguleikarnir vóru ikki nógvir. Í hvussu so er ikki hjá gestunum, sum bara høvdu Teir Joensen á toppinum, meðan Sorin Anghel var hangandi álopsmaður, Ronnie Samuelsen og Jákup Martin Joensen royndu at vinna slagið um miðvøllin, og Andrzej Pacek og Knút Vesturtún knúlvaðust við Kurt Mørkøre, sum hevði Bárð á Lakjuni undir liðini.
Men tá 28 minuttir vóru farnir, kom EB/Streymur so at siga burtur úr ongum. Teir skoraðu, og harvið komu eitt ára gomlu minnini bóltandi ? bæði hjá heimaliðnum og hjá gestunum.
Ronnie Samuelsen var meistari fyri málinum. Hann kom ímillum, tá klaksvíkingar vóru skøtiseysir í uppspælinum í vinstru, hann spældi 1-2 við Sorin Anghel, kom leysur á brotsteigarmarkinum, og tá KÍ málverjin leyp langt út úr máliinum (ov tíðliga tóktist tað) var liðformaðurin hjá EB/Streymi kaldur í summarveðrinum. Hann lyfti hegnisliga upp um málverjan, bólturin stiklaði einaferð, áðrenn hann fór um málstrikuna. Teir á heimalinum stóðu sum kánus, og gestirnir stórfegnaðust. Eisini teir uttan fyri vøllin, sum fyri tað mesta hildu til í skugganum í skýlinum.
Tað var stígur í hjá KÍ, men teir knýttu knúgvarnar, stríddust og kempaðu, tá tað ikki gekst so væl leikliga at fóta sær, og hetta bar sigurin við sær.
Útjavnandi so at siga hekk í luftini eina løtu. Marni Djurhuus hevði bjargað á stirkuni eftir KÍ-horna úr høgru, og so var tað, at Allan Mørkøre skoraði. Harley Bertholdsen, sum heldur ikki hesa ferð tóktist trívast serliga væl í vinstra borði, legði innfyri, og eftir eitt sindur av aftur og fram fekk Allan Mørkøre bóltin um strikuna.

Tyngdin avgerandi
Fyrra partin av seinna umfarinum hekk tað einki serliga saman, men tað vóru greiðar ábendingar um, hvønn vegin tað fór at bera, um spælbýtið skuldi verða avgerandi fyri, hvør fór at fáa mál. Men sum kunnugt, so er tað ikki altíð soleiðis, at tað eru rættvísi og tað, sum er rímiligt, sum gera av, hvør fær mál, og hvør vinnur fótbóltsdystir. Tí kendist ein ávís strongd yvir bæði KÍ spælarunum og viðhaldsfólkunum hjá teimum. Sjálvt um KÍ fekk alt størri yvirvág, og tað einar tríggjar ella fýra ferðir var tætt við, at bólturin fór í málið.
EB/Streymur hevði ongan rættiligan málmøguleika, og Ove Nysted og serliga Alexander Djordjevic vóru avgjørdir í miðverjuni.
Men tað tóktist ikki at bila hjá EB/Streymi so leingi, at KÍ einki mál hevði fingið. Møguleikin fyri kontra gjørdist størri, jú meira tíðin arbeiddi ímóti heimaliðnum.
So var tað, at forloysandi málið kom. Allan Mørkøre sendi fríspark úr stórari fjarstøðu í høgru, Rúni Elttør, sum stutt framman undan var innskiftur, smekkaði úr spískum í vinstru og ímóti málinum, Gunnar á Steig, sum var var tryggur aftasti skansi, hevði ikki møguleika at halda bóltinum, og Kurt Mørkøre var fyrstur á returinum.
Tá restaði tað eitt korter, og síðstu løtuna var rættulig spæligleði yvir eldru klaksvíkingunum. Í fyrra umfarinum hevði tað serliga verið Hjalgrím Elttør, sum hevði sett ferð á og rnan longu teinarnar. Nú var Allan Mørkøre í gamla lagnum, og tað kundu staðist fleiri mál burturúr. Men tað kom bara eitt. Eftir horna úr høgru var Ove Nysted ? í sama stíli sum Campbell hjá Onglandi fyrr á degnum ? hægstur og drønstútaði mitt í málið.
Norðoyastevnan var bjargað, og hjá EB/Streymi tóktust spælararnir ikki so ógvuliga harmir. Í ein tíma stóðu teir mát við heimaliðið. So tók at dragna. Blaðungu menninir góvu seg í eftiransingunum og nærdystunum ímóti veteranunum við størri tyngd. Men avrikið hjá EB/STreymi boðaði frá, at teir fara heilt víst at fáa nógv fleiri stig í summar.

Dysturin í tølum
KÍ-EB/Streymur 3-1 (1-1)
0-1: Ronnie Samuelsen 29
1-1: Allan Mørkøre 43
2-1: Kurt Mørkøre 75
3-1: Ove Nysted 78
Dómari: Suni Johansen

KÍ: Meinhardt Joensen ? Jan Andreasen, Ove Nysted, Alexander Djordjevic, Harley Bertholdsen ? Atli Danielsen, Jan Joensen, Hjalgrím Elttør ? Allan Mørkøre, Kurt Mørkøre, Bárður á Lakjuni
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Eyðfinn Joensen, Knúyt Vesturtún, Andrzej Pacek, Esmar Eiðsgarð - Marni Djurhuus, Jákup Martin Joensen, Ronnie Samuelsen, Hans Pauli Samuelsen ? Sorin Anghel, Teitur Joensen