Hesa ferð við floyals- handskum og mjúkari rødd

- men úrslitið var hitt sama

Haldi tað var láturligt at síggja og hoyra landsins hægstu fólk so fegin og vælnøgd aftaná samráðingarnar týskvøldið 2. mai. Tí skal man taka samanum hetta annað samráðingarumfarið, ber illa til at síggja at landsstýrið hevði nakað annað positivt úrslit av samráðingunum at frøðast um, enn bara hetta, at landsstýrið í heila tikið slapp at tosa við donsku stjórnina um sítt uppskot til nýggja sáttmála landanna millum. Tí virkar nøgdin og frøðin hjá løgmanni, og serliga vara-, sum frøðin hjá børnum um at verða sloppin við í føðingardag. Nyrup tyktist eisini hesaferð so blíðmæltur og vælupplagdur sum sannur veitsluvertur, men í veruleikanum fingu okkara fólk somu boðini hesu ferð sum tey fingu fyrstu ferð. Tann størsti munurin er, at tá tók Nyrup tey við jarnhandskanum ? hesa ferð var tað við floyalshandskum og mjúkari rødd.

Tað er ein stórur fyrimunur í tí, tí tá eydnaðist landsstýrinum at venda allan áhugan frá tí ússaliga úrslitinum til eina øsing um ófantaligu framferðina hjá Nyrup. Hesaferð ber tað ikki til: Nú stendur tað veruliga úrslitið, tey eru komnir aftur við, nakið og opið

Tá spurningur er, hvat landsstýrið veruliga fekk heim við sær úr samráðingunum, er svarið ógviliga stutt og einfalt: onki sum kann bjarga fullveldisætlanini!

Teir seinastu dagarnar upp undir samráðingarnar gjørdi landsstýrið tað til eitt altavgerandi og ultimativt krav: at danska stjórnin játtaði vilja sín til at gera ein sáttmála um frælsan felagsskap landanna millum á tann hátt, sum landsstýrið skjýtur upp í sínum uppskoti til sáttmála millum ?de høje kontraherede parter?, Fullveldið Føroyar og Kongsríki Danmarkar.

Hetta lyftið fingu tey ikki. Danska stjórnin endurtók hinvegin tað, sum hon frammanundan hevur sagt nógvar ferðir uppísaman, at vilja føroyingar hava loysing, skulu teir sjálvandi fáa tað, og sjálvandi verður í tí sambandi neyðugt at gera okkurt slag av avtalu um samstarv landanna millum.

Men stjórnin endurtók eisini, at vilja føroyingar hava fullveldi, skulu teir longu eftir 4 árum gjalda tann fulla kostnaðin fyri tað, samstundis sum øll statsborgararættindi hjá føroyingum í ríkisfelagsskapinum detta burtur við tað sama!

Aftur fyri hetta er tað lítil uggi at fáa at vita, at danska stjórnin er til reiðar at virka fyri at føroyingar fáa somu rættindir til útbúgving í norðanlondum, sum íslendingar hava! Hetta snýr seg jú bara um sjálva atgongdina til universitetini. Tað merkir snøgt sagt, at allir fyrimunirnir hjá føroyskum skúlaungdómi ? og tað eru nógv onnur enn bara tey lesandi við hægru læristovnarnar, og tað snýr seg um nógv meir enn bara lestrarstuðulin - detta burtur.

Tað størsta ? og nógv álvarsamasta ? vónbrotið er tó, at búskaparliga skiftistíðin verður bara 4 ár, ikki bara til sjálvan blokkin, men til allar tær 1,3 mia, sum donsku ríkisútreiðslurnar til Føroyar eru. Og komandi fíggjarlógin verður tann síðsta við óskerdari danskari ríkisveiting. Um hálvtannað ár byrjar minkingin í 4 jøvnum kutum, so at frá 1. jan. 2006 verður føroyski búskapurin árliga 1,3 mia. kr. minni enn í dag.

Sjálvt um danska stjórnin hevði slakað í hesum ? og tað er onki sum bendir á tað ? og skiftistíðin bleiv tað dupulta ella trýdupulta, hevði føroyski búskapurin ikki tolað slíka drening, og føroyska vælferðarsamfelagið hevði rætt og slætt kollsiglt.

Varaløgmaður setir nú sítt álit á, at táið hann á 3. samráðingarumfarinum t. 15. juni fer at krevja stjórnina eftir eini grundgeving fyri, hví hon bara vil ganga við til 4 ár, so kemur Nyrup í neyð og veit ikkim hvat hann skal svara.

Men kanska nýtist varaløgmaður ikki at fara so langt fyri at leita eftir svarinum. Tí hvør hevur elt og bakað hetta karga breyðið, sum Nyrup nú tekur úr ovninum og borðreiðir fyri samráðingarfólkum okkara? Tað hevur ongin annar enn landsstýrisfólkini sjálvir og samgongutinglimirnir annars, so sum tey hava skrólað um hvussu ófatiliga sterkur føroyski búskapurin er. Tey hava spart og lagt til síðis til fullveldið, og nýtt eitthvørt høvi at reypað av teim veldugu árligu avlopunum á føroysku fíggjarlógini. Tey hava gjørt búskaparligar framrokningar, har tey veldugu avlopini bara halda fram og búskaparvøksturin verður tann fimmdupulti av tí sum framkomin lond vanliga rokna við. Tey hava sagt ferð eftir ferð, at vit longu nú klára okkum uttan ríkisveitingina, tí blokkurin fer allur inn á bók. Og hvussu hava tey ikki júkað um, at stuðulin úr Danmark bara er til fortreð og er størsti skaðagripur í føroyska búskapinum!

Nei, løgmaður og vara- hava onki at fegnast um. Tvørturímóti. Halda teir seg hava verið í Keypmannahavn og vunnið ein sigur, so mugu vit siga: guð náði okkum um teir vinna fleiri av hasum slagnum.


Hans Pauli Strøm,

javnaðartingmaður