B71 er framvegis á odda í 2. deild, og skulu vit meta út frá nøvnunum, sum vóru við til at manna liðið, tá gøtumenn leygardagin vitjaðu á Sandi, so átti grundarlag at veri fyri framhaldandi oddastøðu og harvið uppflyting í 1. deild. Valdemar Novisci var góður í málinum, aftasta verjuplássið røkti løgtingsmaðurin, Páll á Reynatúgvu, og saman við ungum monnum vóru Jóan Petur Clementsen, Jógvan Jón Petersen, Rúni í Soylu og Torbjørn Jensen, sum ikki hevur verið við fyrr í ár. Men eitt er nøvn og nakað annað er venjingarstøða. Flytir B71 upp, so er neyðugt hjá fleiri av hesum at gera hópin meiri við tað, enn teir hava gjørt í ár.
Men týdningarmiklasti spælarin hjá B71 er framvegis Eli Hentze. Bæði sum undangongumaður í stríði og samskipan, og aftur hesa ferð var sjón fyri søgn, at hann eisini er vandamiklasti málskjúttin. At Eli noyddist at fara av vøllinum, tá tað restaði eitt korter, kom illa við hjá B71.
Gøtumenn vóru ikki nøgdir, tá teir fóru norðurum aftur. Teir kendu tað, sum um teir høvdu mist eitt og kanska trý stig. Í 1. hálvleiki høvdu teir nógv meiri spæl, og umframt málið, sum teir fingu tá seks minuttir vóru farnir, høvdu teir fýra veldugar møguleikar. Petur Sjúrðarberg var tvær ferðir einsamallur ígjøgnum og Jóhannes Petersen eina ferð, uttan at teir fingu bóltin inn um málverjan og beint eftir, at B71 hevði javnað, vóru bæði Petur og Heini leysir eftir innlegg frá Leivi Hansen, uttan at nakað spurdist burturúr.
Leiðslumálið hjá GÍ kom eftir uppspæl í høgru, Petur Sjúrðarberg legði út frá til Heina Heinason, sum var fyrstur á og skoraði.
Heimaliðið, sum var sera tamt fyrrra umfarið, hevði bara ein møguleika, og hann skoraðu teir uppá. Eftir horna úr vinstru og tvær ferðir út frá endaði bólturin hjá Eli Hentze, sum úr 27 metrum drønaði bóltin upp undir samankomingina ? eitt frágera gott mál.
Í 2. hálvleiki var B71 nógv betri við, og Rúni Joensen, málverjin hjá GÍ, slapp at royna seg nakrar ferðir. Hann kundi kortini einki gera við brotssparkið, sum Eli Hentze setti í netið, tá 65 minuttir vóru farnir. Gøtumenn, ið frammanundan høvdu fingið eitt mál kolldømt, sum miðverjin Jan Skoradal við høvdinum hevði snittað í kassan eftir horna, vóru misnøgdir við brotssparksdómin. Rúni í Soylu og Jan Skoradal kappaðust um bóltin, sum var á veg út av vøllinum. Dómarin dømdi málspark, men linjuverjin markeraði og dømdi brotsspark, og tað rættaði dómarin seg eftir, og so vóru stigini verandi á Sandi.