Frederiksberg Volley og føroyingarnir Alvilda Ólavsdóttir og Annika Joensen vunnu sunnudagin 3-2 í einum sera spennadi dysti móti Rosenlund. Hetta var fyrstu ferð í ár, at Rosenlund var við undirlutan, og sigurin kom væl við hjá Frederiksberg, sum deilir 5. plássið vid Åbyhøj úr Århus. Næsta sunnudag skal Frederiksberg møta júst Åbyhøj, sum liðið tó hevur góðar vónir um at vinna á.
Í hesum fyrsta spæliumfarinum, har tey 10 liðini í elitudeildini spæla ein dyst ímóti hvørjum øðrum, ræður um at koma millum tey 6 fremstu liðini, sum eftir jól byrja av nýggjum og spæla endaspæl um finaluplássini. Hini 4 liðini, sum umframt Frederiksberg og Åbyhøj liggja til at koma vid í endaspælið eru: DHG Odense, Holte, Rosenlund og HIK Ålborg.