Hesaferð ætlar Hillerød at vera í topp-6

Í morgin spælir Hillerød fyrsta dystin hetta kappingarárið

Í morgin klokkan 15 spælir føroyingaliðið, Hillerød sum hevur Adrian Justinussen og Daniel Johansen í hópinum fyrsta dystin hetta kappingarárið.

 

Hillerød tekur móti Hobro á heimavølli.

 

Um komandi kappingarár sigur Adrian Justinussen í stuttari viðmerking til in.fo: - Eg havi góðar vónir fyri kappingini. Vónandi fåa vit eina góða byrjan, tað er lika sum tad fyrsta málið. Annars royna vit at koma i topp 6 sum felagið ikki hevur megnað fyrr. Vit hava havt eina góða upptakt til kappingarárið, har vit hava vant væl og vunnið allar venjingardystirnar sum vit hava spælt. So eg havi góðar vónir, hóast vit hava mist Sebastian Pingel til AC Horsens. Sigur Adrian í stuttari viðmerking. 

 

Um komandi kappingarár sigur Daniel Johansen: - Eg eri spentur at sleppa í gongd við kappingina. Vit hava sæð gott út, tá vit hava spælt okkara venjingardystir. Hillerød er eitt lið sum vil spæla fótbólt, og tað eri eg spentur at vera ein partur av. Og tað er sjálvandi stuttligt at spæla saman við Adrian aftur, eins og tað var stuttligt, tá vit spældu saman í HB. Eg vóni kappingarárið 2024/2025 verður eitt gott kappingarár fyri Hillerød. Sigur Daniel Johansen í stuttari viðmerking til in.fo.