Sunnukvøldið klokkan 18 spæla manslandsliðini í hondbólti hjá Norðurmakedonia og Føroyum seinna HM Play Off dystin í Skopje í Norðurmakedonia.
Føroyar vunnu fyrra HM Play Off dystin 34-27 (18-14), og standa seg við einum seksmálstapi ella betri í samlaðu HM Play Off uppgerðini.
Meðan Føroyar vóru greiður favorittur at vinna dystin í Føroyum, so er vent í holuni hesaferð.
Hesaferð er Norðurmakedonia favorittur hjá 13 altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. Men munurin er stórur á útivølli og heimavølli í altjóða hondbólti.
Miðaloddsini upp á heimasigur til Norðurmakedonia eru 1,59.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 8,42.
Miðaloddsini upp á útisigur til Føroyar eru 2,93.
HER eru oddsini:
##med2##