Hesar 16 møta Rumenia og Danmark

Landsliðsvenjararnir, Sonni Larsen og Finnur Hansson, hava úttikið 16 spælarar til EM-undandystirnar móti Rumenia og Danmark, ávikavist tann 20. og 23. apríl

Landsliðsvenjararnir, Sonni Larsen og Finnur Hansson, hava úttikið 16 spælarar til EM-undandystirnar móti Rumenia og Danmark, ávikavist tann 20. og 23. apríl.

 

Dystirnir verða spældir ávikavist móti Rumenia í Føroyum mikudagin 20. apríl klokkan 19.00, og móti Danmark í Næsteved leygardagin 23. apríl klokkan 15.10.

 

Helmingurin av spælarunum spæla uttanlands. Seks spæla í Danmark og tvær spæla í Íslandi. Av teimum átta, sum spæla í Føroyum, spæla fimm við H71, tvær við Kyndli og ein við Neistanum.

 

Málverjar:

 

Annika Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster Håndbold (DEN)

 

Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)

 

Vengur:

 

Ingibjørg Olsen, ÍBV (ISL)

 

Turið Arge Samuelsen, Kyndil

 

Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK (DEN)

 

Lív S. Poulsen, Ajax København (DEN)

 

Strikur:

 

Brynja Høj, Neistin

 

Vár Bentsdóttir Zachariasen, H71

 

Pernille Brandenborg, Randers HK (DEN)

 

Bakkar:

 

Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK (DEN)

 

Elsa Egholm, H71

 

Maria Halsdóttir Weyhe, H71

 

Súna Krossteig Hansen, Kyndil

 

Jana Mittún, H71

 

Natasja Hammer, Haukar (ISL)

 

Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71