Hesar byrja ímóti Íslandi

Pætur Smith Clementsen hevur sett navn á tær fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum ímóti Íslandi klokkan 17.00

Í dag klokkan 17 spælir føroyska kvinnulandsliðnum HM-undankappingardyst ímóti Íslandi á Tórsvølli. Nú er greitt hvørjar tær fyrstu 11 eru, ið Pætur Smith Clementsen, venjari, setir á vøllin.

 

Jóna Nicolajsen verður í mál. Í verjuni byrja Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Rannvá B. Andreasen og Katrina Akursmørk. Á miðvøllinum verða Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal, Arnborg Lervig, Eyðvør Klakstein og Ásla Johannesen, meðan Heidi Sevdal verður í álopinum.

 

Á bonkinum frá byrjan vera Monika Biskopstø, Birita Bergsdóttir Nielsen, Milja R. Simonsen, Margunn Lindholm, Rebekka E. Danielsen, Jacoba Langgaard og Guðrið Poulsen.

 

Bæði In.fo og Rás2 hava beinleiðis frásøgn frá landsdystinum móti Íslandi. Rás2 byrjar at senda eftir tíðindini klokkan 17.