Hesar matvørur eru dýrkaðar mest

Prísurin á góðgæti er hækkaður sjey prosent seinasta árið

Prísvøksturin í Føroyum heldur fram, og prísirnir eru hækkaðir 3,0 prosent frá mai í 2023 til mai í 2024.

 

Tað vísir uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Matvøruprísirnir hækka framvegis, men við lægri ferð enn teir hava gjørt seinastu tvey árini.

 

Tá hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at tað serliga eru fiskur, kjøt og frukt, ið eru vorðin dýrari. Prísvøksturin á kjøti er góð seks prosent. Av kjøtvørum er tað serliga prísurin á svínakjøti og lambskjøti, sum er hækkaður. 

 

Prísirnir á epli og vørum virkaðar úr eplum eru somuleiðis hækkaðir. 

 

Prísurin á sjokulátu og góðgæti er hækkaður enn meira — vøksturin er næstan sjey prosent. Prísvøksturin á øðrum søtum vørum, sum kakao, djús og sodavatn hevur eisini verið stórur seinasta árið, skrivar Hagstovan.

 

Tað eru ikki allar mat- og drykkjuvørur, ið hava havt prísvøkstur seinasta árið. Neytakjøt, matarolja og kaffi eru bíligari nú enn í mai í 2023.

 

Prísvøksturin á mjólk, osti og egg er minni enn eitt prosent.