Hesar vaksinur kunnu Føroyar fáa

Føroyar kunnu fáa seks ymisk koppingarevni ímóti koronu

Føroyar fáa koppingarevni ímóti covid-19 ígjøgnum keypsavtalur hjá Danmark, og higartil hevur Danmark tryggjað sær seks ymisk sløg av koppingarevni. Bert eitt av hesum evnum er góðkent í ES higartil, men roknað verður við, at eitt koppingarevni afturat fær ES góðkenning í næstu viku.

Fyrsta koppingarevnið, sum Føroyar hava fingið, kemur frá Pfizer/BioNTech, og seinni í januar verður roknað við, at koppingarevnið hjá Moderna eisini kemur til Føroya.

TV2 skrivar, at Danmark hevur umvegis felags innkeypið hjá ES tryggjað sær vaksinur til 16 milliónir fólk. Harafturat hevur Danmark sjálvt keypt 2,6 milliónir vaksinur. Avtalan hjá ES er snikkað soleiðis saman, at um Danmark ikki fær brúk fyri øllum vaksinunum, falla tær aftur til ES, sum kann lata onnur fáa tær.

Ein orsøk til, at samlaða talið á vaksinum er so høgt, er, at Danmark hevur keypt frá ymiskum veitarum, tí óvissa var um, hvørjar vaksinur vóru fyrst góðkendar.

Danmark hevur keypt hesar vaksinur:

Johnson & Johnson: 5,6 milliónir

Pfizer/BioNTech: 4,6 milliónir

AstraZeneca: 2,6 milliónir

CureVac: 2,6 milliónir

Sanofi-GSK: 2,0 milliónir

Moderna: 1 millión

(Tølini taka hædd fyri, at tveir skamtar í flestu førum skulu brúkast til hvørja vaksinu)