Hesi eru í uppskoti at gerast ársins leiðarar

Leiðaradagurin 30. januar 2026: Leiðsla við dirvi, kós og umsorgan í eini ótryggari tíð

Dómsnevndin hjá felagnum Synergi at velja Ársins leiðarar og Herðaklappið til millumleiðaran hevur nú valt Topp 3 Ársins Leiðarar 2026 – bæði innan almenna og privata geiran. Í dómsnevndini sita Árni Jakobsen, nevndarformaður SMJ, Alexandra á Dul, stjóri í sjúkrahúsverkinum og á Klaksvíkar sjúkrahúsið og Anja Rein, nevndarlimur í fleiri nevndum.

Topp 3 Ársins leiðarar

– Tignarligasti heiður, ið verður latin leiðarum í Føroyum

Almenni geirin – í stavrað eftir fornavni:

 

  • Hjalti Gunnarstein, Apoteksverkið
  • Jóhanna á Tjaldrafløtti, Rótin
  • Jóngerð M. Nielsen, Vesturvón

 

Privati geirin– í stavrað eftir fornavni:

 

  • Gudny Langgaard, Nema
  • Kjartan Hansen, Kanjon
  • Ulla Joensen, Elektron

 

Herðaklappið til millumleiðaran

– Hægsti heiður, ið verður latin millumleiðarum í Føroyum

Umframt at kjósa Ársins leiðarar verður Herðaklappið til millumleiðaran eisini latið á degnum. 

–Hetta er ein nýggjur virðismikil heiður, sum skal heiðra leiðarar á millumstigi, ið dagliga skapa úrslit, trivnað og framfýsni í teirra yrki sum millumleiðari. Hetta er aðru ferð, hesin heiður verður latin, skrivar Synergi millum annað í tíðindaskrivi. 

Ársins leiðarar verða kosnir á Leiðaradegnum á Hotel Føroyum fríggjadagin.