Hesi eru mest nýttu dreingja- og gentunøvn

Stórar broytingar eru í fornøvnunum, sum foreldur geva børnunum

Yvirlit yvir mest nýttu fornøvn, sum foreldur seinastu árini hava givið børnunum, vísir, at stór broyting er í valinum av navni.


Hatta skrivar Hagstova Føroya.


Serliga eru broytingarnar stórar hjá mannfólkinum. Tað eru heilt onnur nøvn, sum nú liggja ovast hjá dreingjunum tey síðstu fimm árini, enn tey mest vanligu og siðbundnu hjá monnum yvirhøvum.

 

Nú verða dreingirnir oftast kallaðir Rókur, Jónas, Aron, Boas, Mattias, Brandur, Benjamin, Lukas, Elias, Filip, Nóa og Silas, fram um tey meira siðbundnu nøvnini sum Jákup, Jógvan, Martin, Ólavur og Magnus. Eisini nøvn sum Jónatan, Ári og Liam koma fram um Andrias, Dánjal og Jákup. Og Ólavur endar niðan fyri nr. 100 á listanum, undir liðini á Óðin.


Best umtóktu gentunøvnini eru sum yvirlitið vísir Eva, Lea, Sára, Rebekka, Emma og Naomi. Men longu á 7. plássi koma tvey meira siðbundin nøvn sum Hanna og Maria. Síðani Bára, Ida, Ró, Ronja, Lilja, Rósa og Vár. Brá er eins vanligt og Jóhanna, Rannvá, Lív, og Olivia. Og Drós eins vanligt og Miriam, Silja, Bjørg, Fríða, Elisabet og Sofía.

 

 

Allarniðast sæst listin yvir 30 tey mest brúktu nøvnini hjá gentum og dreingjum, og tey mest vanligu samansettu nøvnini.