Í dag fara hesi fyri seinastu ferð á tingfund

Fimm tingfólk fara fyri seinastu ferð á tingfund í dag, har tey fara at viðgera eykajáttan til H-bygningin og at broyta lógina um avgjald á snús

Kaj Leo Holm Johannesen, Bjørt Samuelsen, Magnus Rasmussen, Ingilín Didriksen Strøm, Uni Holm Johannesen – og so tey 8-10, sum ikki verða afturvald á løgtingsvalinum 26. mars, fara á sín seinasta tingfund í dag.

 

Tað fara tey, tí løgtingsforkvinnan eftir umbøn frá Margit Stóra, landsstýriskvinnu í heilsumálum, hevur biðið um, at lógina um at játta 33,8 milliónir til H-bygningin á Landssjúkrahúsinum verður samtykt, so lekarnir í bygninginum kunnu tettast. Samstunds verður so eisini gjørd ein teknisk broyting í lógini um avgjald á snús.

 

Tey tingfólkini, sum hava boðað frá, at tey ikki stilla uppaftur eru hesi:

 

Bjørt Samuelsen, sum fekk 759 atkvøður á seinasta vali

 

Ingilín D. Strøm, sum fekk 787 atkvøður á seinasta vali

 

Uni Holm Johannesen, sum fekk 342 atkvøður á seinasta vali

 

Magnus Rasmussen, sum fekk 712 atkvøður á seinasta vali

 

Kaj Leo Holm Johannesen, sum fekk 308 atkvøður á seinasta vali.

 

Tilsamans fingu hesi fimm 2.908 atkøvður.

 

Harumframt er Sólvit Nolsø farin úr Løgtinginum. Hann segði tingstarvið frá sær í heyst og boðaði frá, at hansara tíð sum løgtingsmaður er farin. Hann fekk 249 atkvøður á seinasta løgtingsvali.

 

Jaspur Langgard, sum hevur sitið á tingi sum varamaður fyri Kaj Leo Holm Johannesen í eitt gott ár, hevur eisini boðað frá, at hann ikki stillar uppaftur. Hann fekk 256 atkvøður á seinasta løgtingsvali.

 

Hjá hesum sjey fólkum ganga 3.413 atkvøður »leysar«.

 

So eru tað tey, sum ikki verða afturvald. Útskiftingin kann liggja um 10-12 tingfólk, sum verða útskift – tí kunnu eini 5-6 leggjast afturat hesum, sum ikki stilla uppaftur.

 

Tingfundurin, sum verður tann seinasti hesu megin valið verður í dag klokkan 13.