Hesi fýra stilla upp fyri Javnaðarflokkin í Suðuroy

Tingmaðurin, sum hevur umboðað Javnaðarflokkin í Suðuroy síðani 1984, stillar ikki uppaftur

Hóast Henrik Old, sum hevur umboðað Suðoynna á listanum hjá Javnaðarflokkinum seinstu 42 árini ikki stillar uppaftur, so eru tó framvegis tvey tingfólk á listanum hjá Javnaðarflokkinum. 

Javnaðarfeløgini í norðaru og syðru helvt av oynni hava havt uppstillingarfundir. Á Tvøroyri hava tey valt løgtingsfólkini Bjarna Hammer og Súsonnu Bertholdsen á listan. Í Vági valdu tey í gjár Dagfinn Olsen í Vági og Jákup á Dul Sørensen í Porkseri á listan.

Flokkarnir kunnu stilla upp 43 valevni, 10 fleiri enn tað sita á tingi. Tað er ikki vanligt, at listarnir eru heilt fullir. 

Á seinasta vali stillaði Javnaðarflokkurin upp 36 valevni, Tjóðveldi hevði 31, Sambandsflokkurin 29, Fólkaflokkurin 24, Tjóðveldi 18, Framsókn 17 og Miðflokkurin 14.