Sanna á Løgmansbø fer at halda flaggrøðu

Í ár eru 86 ár liðin, síðani bretska stjórnin formliga viðurkendi Merkið

 

Leygardagin hin 25. apríl klokkan 16 verður flaggdagshald á Giljanesi.

 

Skótalið Mikkjals á Ryggi skipar fyri skrúðgongu úr Miðvági og Sandavági.

 

- Byrjað verður at ganga soleiðis: Úr Miðvági klokkan 15.30 frá bygdaskúlanum, og úr Sandavági klokkan 15.40 frá Virkishúsinum við Ánna.

 

Inni á Giljanesi spælir Sørvágs Tónleikarafelag og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, fer at bjóða vælkomin.

 

Tað verður Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, sum fer at halda flaggdagsrøðuna. 

 

Eftir flaggdagsrøðuna verður kvøldskúlaframsýningin, og tað verður Beinir Bergsson, kvøldskúlaleiðari, sum fer at lata kvøldsskúlaframsýningina upp.

 

Virkishúsið við Ánna fer eisini at hava opnar verkstovur fyri børnum og ungum, og skótaliðið fer eins og undanfarin ár at selja vafflur og kaffi.

 

- Vónandi møta bæði ítróttafeløg og onnur fjølment til skrúðgonguna og inni í høllini á Giljanesi, tá haldið verður, siga tey í Vága kommunu.

 

Lagt verður aftrat, at í ár eru 86 ár liðin, síðani bretska stjórnin formliga viðurkendi Merkið.