- Hesi hava fingið játtað 7.5 milliónir

- Granskingarnevndin hevur á fundi 18. mai játtað stuðul til 12 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar 7.480.945 kr. til verkætlanir á økjunum tøkni, mentan, náttúra og náttúrutilfeingi, matur, samfelag og heilsa. 42 umsóknir vóru um stuðul og søkt varð um í alt 37 mill. kr. Hetta skrivar Granskingarnevndin í tíðindaskrivi í dag. 

 

 

 

- Stuðul er latin 8 ph.d.-verkætlanum og 4 øðrum verkætlanum. 6 kvinnur og 6 menn eru verkætlanarleiðarar. Hesi arbeiða á stovnum og fyritøkum í Føroyum, Danmark og Stóra Bretlandi

 

 

Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2017, eru:

 

 

Tøkni

Tórur Biskopstø Strøm: Menning av realtíð fleirkjarnu samskifti og synkronisering. 
Ph.d.-verkætlan á DTU Compute – játtan kr. 798.942

 

 

Mentan

Annika Christensen:  Kvæði í nútíðar føroyskari mentan og samfelag.
Ph.d.-verkætlan á University of Leeds játtan kr. 219.981

Greta Jimenez: Trivnaður á dagstovninum. Trivnaðarfatanir á føroyskum og donskum stovnum. 
Ph.d.-verkætlan á Aarhus Universitet – játtan kr. 1.111.379

 

 

Náttúra og náttúrutilfeingi

Óluva R. Eidesgaard: Kanningar og nýtsla av boriholsmátingum í føroyskum basalti.
Ph.d.-verkætlan á Jarðfeingi og Københavns Universitet – játtan kr. 445.000

Tórheðin J. Jensen: Hvørjar eru mekanismurnar handan deiling av vitan grundað á royndir í nýskapan í føroysku fiski- og alivinnuni?
Ph.d.-verkætlan á Varðin p/f og Henley Business School – játtan kr. 270.000

Ian Salter: Faroese Marine Ecosystem Observatory Study (FAMEOS): Nýtsla av umhvørvis DNA í kanningum av vistskipanum í havinum
Verkætlan á Havstovuni – játtan kr. 1.092.520 

Tróndur J. Kragesteen: Minking av laksalúsapláguni í Føroyum 
Ph.d.-verkætlan á Fiskaaling og DTU Aqua – játtan kr. 443.472

 

 

Matur

Elisabeth Olsen: Vegamót? Luttakandi og virkin gransking av landbúnaðarætlanum í Ghana og Føroyum 
Ph.d.-verkætlan á Lancaster University – játtan kr. 698.435

 

 

Samfelag

Turið Hermannsdóttir: Ein etnografisk kanning av tveimum mótstríðandi fosturtøkufatanum í Føroyum
Ph.d.-verkætlan á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum – játtan kr. 1.172.432

 

 

Heilsa

Lisa í Garði Patursson: Skiftandi seksualfatanir – Ein diskursanalysa 
Ph.d.-verkætlan á University of Surrey – játtan kr. 338.784

William Simonsen: Kanning av útbreiðslu av skógarmottum í norðuratlantsøkinum  (NATS)
Verkætlan á Landssjúkrahúsinum – játtan kr. 90.000

Pál Weihe: Forsagnir um heilsu og andsevnir hjá eldri føroyingum – ein 10 ára uppfylgjandi kanning 
Verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu – játtan kr. 800.000