Hesi mál umsita landsstýrisfólkini

Málsøkjabýtið er broytt nakað, nú ABH-samgongan hevur tikið við landsins leiðslu. Farið er frá átta til sjey stjórnarráð, og ymsar flytingar eru gjørdar millum ráðini. Fult yvirlit yvir málaøkjabýti sæst her

– Mítt aðalmál er at gera bygnaðin bæði ruddiligari og sterkari. Eg haldi, at vit øðrumegin ofta hava havt ov fáment stjórnarráð og hinumegin ov nógv málsøki, ið hava verið spjadd sundur í ymisk stjórnarráð. Hetta hevur hvørki verið skilagott ella smidligt, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Løgmaður hevur gjørt fleiri grundleggjandi broytingar, skrivar Løgmansskrivstovan. Framyvir skal Almannamálaráðið bæði umsita bústaðarmál og Bústaðir. Spurningurin um gongd í haga hevur leingið elvt til stórt orðaskifti, og fyri at gera tað lættari at lofta avbjóðingunum skal Vinnu- og umhvørvismálaráðið umsita bæði ferðavinnu og landbúnaðin, ið áður hevur verið í Fiskimálaráðnum.

Ein onnur grundleggjandi broyting er, at Fíggjarmálaráðið framyvir skal standa fyri ognarlutinum hjá landinum í teimum flestu almennu partafeløgunum. Hetta verður gjørt fyri at býta eftirlit og ognarlut sundur. Tað verður ikki mett at vera skilagott, at eitt og sama ráð stendur fyri ognarlutinum og samstundis hevur eftirlit við almennu partafeløgunum.

Fyri at fáa málsøkini at hanga betri saman verða bankamál flutt úr Fíggjarmálaráðnum til Vinnu- og umhvørvismálaráðið, sum umsitur tryggingarøkið. Sostatt fara banka- og tryggingarøkið at verða umsitin í sama stjórnarráði.    

– Hesar broytingar eru allar eitt stig rætta vegin. Tað er neyðugt, at vit áhaldandi miðja eftir at gera bygnaðinum hjá landinum so skynsaman og úrslitagóðan sum gjørligt, vísir Bárður á Steig Nielsen á.


Yvirlit yvir málsøkjabýtið hjá nýggja landsstýrinum er sambært Fráboðan nr. 128 frá 16. september 2019 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar.

 
##med2##

Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin, Vestmanna, umsitir

§ 3. Løgmaður er ovasta umboð Føroya, samskipar starv landsstýrismanna og hevur eftirlit við teimum. Eisini umsitur løgmaður yvirtøkumál og yvirskipaðu viðurskifti Føroya mótvegis Danmark. Somuleiðis umsitur løgmaður kærumál, løgmál, ráðgevur øðrum landsstýrismonnum í lógartekniskum spurningum. Eisini umsitur løgmaður persónsupplýsingarmál.

Stk. 2. Løgmaður varðar av ognunum í Tinganesi og ger av, hvør ið húsast skal í einstøku ognunum á matr. nr. 1, 2, 3, 7, 9, 10, 12 a, 12 c, 13, 17 b, 18 b, 18 f, 36, 149 og 180 g.

Stk. 3. Løgmaður hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1)   Norðuratlantsbryggjuni, vinnurekandi grunnur.

2)   Ítróttarvedding Sp/f.


##med3##

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin, Sørvágur umsitir

§ 9. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum umsitur avgjøld o.a, avtalur við fakfeløg um sáttmálar og avtalur fyri størv hjá landinum, búskaparmál, busskoyring, eigarapolitikkur, farmakoyring, ferðslumál, ferjulegur, ferjur, fíggjarmál hjá landi og kommunum, hagfrøði, innheinting av almennari skuld, landshavnir, landsvegir, lønarviðurskifti og setanarviðurskifti, ráðgevur øðrum landsstýrismonnum í arbeiðsrættarligum og setanarrættarligum spurningum, samferðslumál, skatt, starvsfólkapolitikk, stuðul o.l., tvungnar reglur um eftirlønaruppsparing og útgjald, tyrlupallar og ráðgevur viðvíkjandi flogvøllum. Eisini umsitur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kunningartøkni og fastar ognir hjá landinum, sum ikki liggja hjá øðrum landsstýrismanni.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum útvegar KT-undirstøðukervi, felags nýtsluskipanir og standardforrit, sum fyrisitingarligar eindir hjá landinum kunnu fáa atgongd til.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1)   Atlantic Airways P/f.

2)   Elektron P/f.

3)   Eystur- og Sandoyartunlar P/f.

4)   Fíggingargrunninum frá 1992, vinnurekandi grunnur.

5)   Føroya Lívstrygging P/f.

6)   Føroya Tele P/f.

7)   Føroyagrunninum frá 1971, vinnurekandi grunnur.

8)   Norðoyartunnilin P/f.

9)   Postverk Føroya P/f.

10) Ráðnum fyri ferðslutrygd.

11) Smyril Line P/f.

12) Tjaldur P/f.

13) Vága Floghavn P/f.

14) Vágatunnilin P/f.


##med4##

Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum: Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, Akrar, umsitir

§ 15. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum umsitur bjarging, fiskirannsóknir og -gransking, fiskiveiðueftirlit, fiskivinnumál, hvalamál, inntøkutrygd fiskimanna, tilbúgving, trygd og veðurtænastu.

 
##med5##

Landsstýrismaðurin við heilsumálum: Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin, Tórshavn, umsitir


§ 21. Landsstýrismaðurin í heilsumálum umsitur apoteksverkið, fyribyrgjandi heilsutiltøk, heilsugranskingarmál, norðurlandamál, ráð og nevndir innan heilsuøkið, rúsevnismisnýtslu, sinnissjúk, sjúkrahúsverkið, stovnar og fyriskipanir innan heilsuøkið, tilbúgving á heilsuøkinum og tubbaksmál.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1)   Blákrossheiminum.

2)   Heilbrigdi.

3)   Hvíldarheiminum Naina.

4)   Viðgerðarstovnurin Frælsi.


##med6## 

Landsstýrismaðurin við uttanríkis- og mentamálum: Jenis Krisjan av Rana, Miðflokkurin, Tórshavn, umsitir

§ 27. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum umsitur dagstovnar, fólkaskúlamál, ítróttarmál, kirkjumál og onnur trúarsamfeløg, kringvarpssendinet, loftmiðlamál, mentamál, vinnu- og miðnámsskúlamál og vísinda- og granskingarmál. Somuleiðis umsitur hann mál um at gera eina antikvariska serskipan fyri Koltur. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum hevur um hendur uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk, ráðgevur og veitir øðrum landsstýrismonnum stuðul í altjóðarættarligum málum og protokollmálum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1)   Føroya Fólkaháskúla.

2)   Føroya Handilsskúla.

3)   Frískúlanum í Havn.

4)   Frískúlanum, Keldan.

5)   Fróðskaparsetur Føroya.

6)   Húsarhaldsskúla Føroya.

7)   Kirkjubømúragrunnurin.

8)   Klaksvíksgrunnurin.

9)   Kringvarpi Føroya.

10) Listasavni Føroya.

11) Lítliskúli.

12) Orðabókagrunninum.

13) Stiftsstjórnini.

14) Tekniska Skúla í Klaksvík.

15) Tekniska Skúla í Tórshavn.

16) Tórsvallargrunninum.


##med7##

Landsstýrismaðurin við almannamálum: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin, Klaksvík, umsitir

§ 33. Landsstýrismaðurin í almannamálum umsitur almannaveitingar, bústaðarmál, eldramál, fólkapensjónsgjøld úr landskassanum, javnstøðumál, serforsorgarmál, stovnar og fyriskipanir innan almannaøkið. Harumframt umsitur landsstýrismaðurin í almannamálum persóns-, húsfólka- og arvarætt. Landsstýrismaðurin í almannamálum tekur sær av miðsavnandi uppgávuni sambært grein 33, pkt. 1 í Sáttmála Sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1)   Bústaðir (Húsalánsgrunnurin).

2)   Dugni.

3)   Hjálpargrunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn.

4)   Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark.

5)   Sjóndepilin.

 
##med8##

Landsstýrismaðurin við vinnu- og umhvørvismálum: Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin, Strendur, umsitir

§ 39. Landsstýrismaðurin í vinnu- og umhvørvismálum umsitur alimál, arbeiðsmarknaðarmál, arbeiðsumhvørvismál, brunaumsjón, búnaðarmál, byggimál, einkarætt, elveitingarmál, ferðavinnu, fólkayvirlit, handilsmál, integratiónsmál, jarðfrøði, kavaramál, kolvetni, kommunumál, tó ikki inntriv mótvegis kommunum vegna landsbúskapin og kommunalútjavning, kort- og landmátingarmyndugleika, lendisskipan, matrikulering og sundurbýti, merki, mynstur, náttúrumál, navnamál, oljumál, orkumál, samskiftismál, sjóvinnumál, skógarmál, sundurbýti, tinglýsing, tónleikavinnu, tryggingarmál, umhvørvismál, útjaðaramál, útskifting, vanlukkutryggingarmál, veðurlagsmál, veterinermál, vinnufeløg og vinnumál.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í vinnu- og umhvørvismálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1)   Búagrunninum.

2)   Fiskaaling P/f.

3)   Framtaksgrunninum.

4)   Visit Faroe Islands P/f.

 


Løgmansskrivstovan, 16. september 2019

 

Bárður á Steig Nielsen (sign.)

løgmaður

/ Marjun Hanusardóttir (sign.)