Hesi vunnu talentkappina í Gundadali í gjár

Í dag hevur stóra finalan í talentkappingini, sum Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini hevur skipað fyri, verið hildin á ovara vølli í Gundadali.

Íalt 6 frítíðarskúlar vóru við í kappingini. Allir frítíðarskúlar hava havt innanhýsis kappingar, har trý umboð frá hvørjum skúla eru komin víðari.

 

Kappingin byrjaði kl. 13 og endaði seint seinnapartin. Gullvinnari var Niclas frá Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini, nummar tvey vóru Rúna og Rannvá frá Frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt, og nummar trý var Barbara Sól frá Smílibýlinum.