Hesin forvinnur meir enn Ronaldo og Messi

Christiano Ronaldo og Lionel Messi eru ikki ítróttarmennirnir, sum vinna mest pening. Nevaleikarin, Floyd Mayweather er oddafiskur

Cristiano Ronaldo og Lionel Messi líða onga neyð. Teir hava eina høga vikuløn, og teir forvinna nógv eyka uppá lýsingar o.a., men samanborið við heimsins bestu nevaleikarar, so eru teir langt frá teir ítróttarmennirnir, sum vinna mest pening.

 

Hósdagin kunngjørdi amerikanska tíðarrritið "Forbes" yvirlitið yvir tær best betaltu ítróttarstjørnurnar í heiminum. Norska TV2 hevur roknað listan um til norskar krónur.

 

Listan við 10 teimum best forvinnandi ítróttarmonnunum sær soleiðis út i norskum krónum. 100 norskar krónur eru 81 krónur í okkara peningi :

 

1. Floyd Mayweather, nevaleikur: 2,3 miljardir kr.
2. Manny Pacquiao, nevaleikur: 1,2 miljardir kr.
3. Cristiano Ronaldo, fótbóltur: 612 miljónir kr.
4. Lionel Messi, fótbóltur: 571 miljónir kr.
5. Roger Federer, tennis: 518 miljónir kr.
6. LeBron James, kurvabóltur: 495 miljónir kr.
7. Kevin Durant, kurvabóltur: 418 miljónir kr.
8. Phil Mickelson, golf: 387 miljónir kr.
9. Tiger Woods, golf: 391 miljónir kr.
10. Kobe Bryant, kurvabóltur: 379 miljónir kr.