Hesir byrja ímóti Norðurírlandi

Lars Olsen hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum ímóti Norðurírlandi

Føroyski A-landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur kunngjørt liðið, sum klokkan 19:45 í kvøld byrjar á vøllinum ímóti Norðurírlandi.

 

Les eisini:Kend andlit í verjuni

 

Tvær broytingar eru framdar í byrjunaruppstillingini, í mun til teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu á vøllinum móti Grikklandi fyrr í ár.

 

Les eisini:Sonni Ragnar byrjar helst inni

 

Odmar Færø avloysir Atla Gregersen í miðverjuni, og á høgra bakki byrjar Jónas Tór Næs, í staðin fyri Bárður Hansen, ið hevur givið avboð vegna skaða.

 

Føroyska liðið byrjar soleiðis:

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Jónas Tór Næs og Gilli Sørensen.

 

Á miðvøllinum verða Sølvi Vatnhamar, Brandur Olsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Christian Lamhauge Holst, meðan Jóan Símun Edmundsson, ið gjørdi sigursmálið í Pireus 14. november í fjør, verður í álopinum.

 

Á bonkinum vera:

Teitur M. Gestsson, Tórður Thomsen, Hanus Jacobsen, Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint A. Olsen, Erling Jacobsen, Róaldur Jakobsen, Rene S. Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Finnur Justinussen, Árni Frederiksberg og Rógvi Baldvinsson.

 

EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Norðurírland byrjar klokkan 19:45.