Noreg hevur júst kunngjørt byrjunaruppstillingina til landsdystin ímóti Føroyum á Tórsvølli í kvøld. Talan er um tvær broytingar í norsku byrjunaruppstillingini frá 2-2-javnleikinum ímóti Rumenia fríggjakvøldið.
Norðmenn hava skift út á málmansplássinum, har André Hansen avloysir Sten Grytebust, og so er eisini skifting framd heilt har frammi, har Bournemouth-áleyparin, Joshua King, er á bonkinum. Ístaðin fær Bjørn Maars Johnsen úr hollendska AZ Alkmaar møguleikan.
Noreg (4-4-2): André Hansen - Omar Elabdellaoui, Håvard Nordtveit, Kristoffer Ajer, Haitam Aleesami - Martin Ødegaard, Sander Berge, Ole Selnæs, Markus Henriksen - Bjørn Maars Johnsen, Tarik Elyounoussi
Les eisini: Liðið er sett - tvær broytingar
Dysturin ímillum Føroyar og Noreg byrjar á Tórsvølli í kvøld kl.19.45. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, og eisini verður beinleiðis tekstafrásøgn at lesa her á FM1.