Hesir dómararnir skulu døma Final Four í EHF European League

Liðini hjá Hákuni West av Teigum og Jóhan á Plógv Hansen skulu kappast í Final Four í Hamburg 25. og 26. mai. EHF hevur ásett hvørjir dómarar skulu døma dystirnar

Liðini hjá Hákuni West av Teigum og Jóhan á Plógv Hansen, Füchse Berlin og Flensburg-Handewitt skulu kappast í Final Four í EHF European League í Barclay høllini í Hamburg 25. og 26. mai.

 

Hákun og Jóhan kunnu undan Final Four fegnast um, at Kursad Erdogan og Ibrahim Özdeniz úr Turkalandi, ið høvdu eitt slakt avrik í Skopje farna sunnukvøld í HM Play Off dystinum millum Norðurmakedonia og Føroyar ikki eru millum dómararnar, ið skulu døma Final Four í Barclay høllini í Hamburg. 

 

Evropeiska hondbóltssamgongan, EHF hevur tikið avgerð um, at Vaidas Mazeika og Mindaugas Gatelis úr Litava skulu døma hálvfinaluna millum liðið hjá Jóhan, Flensburg-Handewitt og Dinamo Bukarest úr Rumenia.

 

Tað vera Dalibor Jurinovic og Marko Mrvica úr Kroatia, ið skulu døma hálvfinaluna millum liðið hjá Hákuni, Füchse Berlin og Rhein Neckar Löwen, ið eisini spælir í týsku bundesliguni. 

 

Javier Alvarez Mata og Yon Bustamante Lopez úr Spania fara at døma finaluna, og Andrej Budzak og Michal Zahradnik úr Slovakia fara at døma bronsudystin.