Hesar eru tiknar út til søguliga EM-endaspælið í Føroyum

EM-endaspælið fyri U17-landslið við gentum verður í Føroyum, dagarnar 4. til 17. mai

Mynd: FSF

FSF skrivar:

 

Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17 landsliðnum við gentum, hevur úttikið tær 20, ið skulu umboða Føroyar í EM endaspælinum, sum verður í Føroyum frá 4. til 17. mai

 


Niðurteljingin til størstu fótbóltskapping í Føroyum nakrantíð er av álvara byrjað. Um góðar tríggjar vikur spæla okkara gentur fyrsta dystin í EM endaspælinum fyri U17 landslið við gentum, sum verður í Føroyum frá 4. til 17. mai.

 

Eyðvør Jakobsen er venjari hjá føroysku U17 gentunum, og saman við Jákupi Mortensen, ið er hjálparvenjari, og Teiti Egholm Fossaberg, málmansvenjara, hevur Eyðvør nú sett navn á tær 20, ið skulu umboða Føroyar í kappingini.

 

Í hópinum eru seks spælarar eru úr HB, fimm úr KÍ, tvær av Skála, meðan B36, ÍF, NSÍ, Víkingur og 07 Vestur, umframt FC Nordsjælland og HB Køge í Danmark hava hvør sítt umboð á U17 landsliðnum hesaferð.

 

Hópurin

Sigrið Hansdóttir, B36

Kára Askham Sigurðsson, FC Nordsjælland (Danmark)

Leona Kjærbæk Djurhuus, HB

Halla Morgan Ejdesgaard, HB

Elin Elmelund Hansen, HB

Silja Ragnarsdóttir Trier, HB

Tóra Vatnhamar Olsen, HB

Durita Vón Vidtfeldt, HB

Hanna Ellefsen, HB Køge (Danmark)

Nita á Lakjuni, ÍF

Eyðna Ólavsdóttir Gaard, KÍ

Karla Sjóstein, KÍ

Ranja Joensen, KÍ

Margreta Elisdóttir í Buð, KÍ

Sára Kristiansen, KÍ

Emma Charlotta Knudsen, NSÍ

Sara Benjaminsen, Skála

Anna Katrina Gregersen Poulsen, Skála

Hansina Nesá, Víkingur

Bjørk Akselsen, 07 Vestur

 

Í EM endaspælinum eru Føroyar í bólki A, saman við Noregi, Eysturríki og Hollandi. Londini í bólki B eru Spania, Italia, Pólland og Frankaríki. Dystirnir verða spældir á Tórsvølli og á Djúpumýru í Klaksvík.

 

Sunnudagin 4. mai

Kl. 15:00 Eysturríki – Holland (Klaksvík)

Kl. 18:00 Føroyar – Noreg (Tórshavn)

 

Týsdagin 5. mai

Kl. 15:00 Spania – Frankaríki (Klaksvík)

Kl. 18:00 Pólland – Italia (Tórshavn)

 

Mikudagin 7. mai

Kl. 15:00 Føroyar – Eysturríki (Klaksvík)

Kl. 18:00 Holland – Noreg (Tórshavn)

 

Hósdagin 8. mai

Kl. 15:00 Italia – Frankaríki (Tórshavn)

Kl. 18:00 Spania – Pólland (Klaksvík)

 

Leygardagin 10. mai

Kl. 15:00 Holland – Føroyar (Tórshavn)

Kl. 15:00 Noreg – Eysturríki (Klaksvík)

 

Sunnudagin 11. mai

Kl. 15:00 Italia – Spania (Tórshavn)

Kl. 15:00 Frankaríki – Pólland (Klaksvík)

 

Mikudagin 14. mai

Kl. 12:00 Nr. 3 í bólki A – Nr. 3 í bólki B (Tórshavn)

 

Hálvfinalur

Kl. 15:00 Nr. 1 í bólki A – Nr. 2 í bólki B (Klaksvík)

Kl. 18:00 Nr. 1 í bólki B – Nr. 2 í bólki A (Tórshavn)

 

Leygardagin 17. mai

Kl. 18:00 FINALAN (Tórshavn)

 

 

 

 

 

Mynd: FSF