Miðflokkurin hevur nú fingið svar frá løgmanni upp á uppskot teirra, um at bjóða Donald Trump og Vladimir Putin at halda toppfund í Føroyum.
Tað var í sambandi við at tað frættist, at teir báðir forsetarnir í USA og Russlandi skuldu hittast í Íslandi, at løgtingslimir Miðfloksins skutu upp, at Føroya Landsstýrið í staðin bjóðaði teimum til Føroya.
Teir førdu fram, at hetta veruliga hevði sett Føroyar á kortið, líka mikið, um teir tóku av tilboðnum ella ikki. Løgtingsumboð Miðfloksins vístu eisini á, at landafrøðiliga liggja Føroyar mitt millum tey bæði stórríkini og at vit, sum eitt av fáum londum í heiminum, ikki eru partur av nøkrum handilspolitiskum stríði millum londini, men hinvegin hava handilsavtalur við bæði.
Løgmaður hevur nú svarað teimum báðum. Hann sigur, at uppskotið er áhugavert og stórætlað.
- Føroyar eru sera væl egnaðar til at hýsa størri útlendskum vitjanum, altjóða ráðstevnum og fundum. Ein tílíkur fundur millum ríkisovastarnar vildi sett Føroyar á heimskortið, og eg eri samdur í, at vit skulu halda fram við at menna okkara førleikar og royndir á økinum við at skipa fyri tiltøkum í Føroyum og bjóða fólki henda vegin, skrivar løgmaður í svari til teir báðar.
Hann fer tó ikki at taka stig til at bjóða teimum báðum valdmiklastu monnunum í heiminum til Føroya.
- Vit mugu kortini gera okkum púra greitt, at tað vera ríkisovastarnir í USA og Russlandi, sum gera av, um og hvar teir ætla at hittast. Landsstýrið fer ikki av sínum eintingum at taka serstøk stig fyri at fáa slíkan toppfund til Føroyar, sigur løgmaður.