Tað mátti enda galið hjá norska landsliðsvenjaranum, Per-Mathias Høgmo. Noreg hevur aftaná fýra umfør bert trý stig í HM undanbólki C. Noreg hevur tapt ímóti Týsklandi, Kekkia og Azerbaidjan. Noreg hevur bara vunnið á San Marino á heimavølli. Og nú hevur Per-Mathias Høgmo so mist starvið, sum norskur landsliðsvenjari.
Umframt vánaligu byrjanina í HM-undankappingini hevur Noreg eisini eina metvánaliga støðu á FIFA-styrkislistanum, har Noreg nú liggur, sum nummar 81, sum er tað ringasta nakrantíð. Tað nívir norðmenn, at Noreg liggur aftanfyri Føroyar á FIFA styrkislistanum.
Norska fótbóltssambandið hevur sett gamla landsliðsvenjaran, Nils Johan Semb at leita eftir einum nýggjum landsliðsvenjara, og norska TV2 metir, at tað stendur millum teir norskar og tveir svenskar venjarar.
Svensku boðini eru Lars Lagerbäck, sum áður hevur verið landsliðsvenjari hjá bæði Svøríki, Nigeria og Ìslandi, og Erik Hamrén, sum var svenskur landsliðsvenjari til í summar. Erik Hamrén hevur eisini áður vant norska stórfelagið Rosenborg. Tey norsku boðini eru Ståle Solbakken, venjari hjá FC Keypmannahavn, og Ole Gunnar Solskjær, sum er venjari hjá Molde.
Tað, sum talar ímóti Lars Lagerbäck er, at hann er vorðin 67 ára gamal. Tað, sum talar ímóti, at Ståle Solbakken gerst norskur landsliðsvenjari er, at tað gongur framúr væl hjá FC Keypmannahavn, bæði í donsku kappingini, og í Champions League, og tí vil danska felagið neyvan missa Ståle Solbakken.