Brent Mason, el-guitar
Brent Mason hevur 14 ferðirnar vunnið “Academy of Country Music Guitarist of the Year” heiðurslønina og er tvær ferðirnar verið kosin CMA Award Musician of the Year”. So seint sum í ár vann Brent Mason eina Grammy heiðursløn. Hann byrjaði at spæla guitar sum fimm ára gamal. Tað var ongin minni enn guitarlegendan Chet Atkins, sum uppdagaði Brent Mason, eftir at Mason var fluttur til Nashville fyri at royna seg. Chet Atkins bjóðaði unga guitarleikaranum at spæla á fløguni hjá sær “Stay Tuned”. Síðani hevur Brent Mason spælt við á túsundtals fløgum við altjóða artistum. Teirra millum kunnu nevnast Alan Jackson, Alabama, Brooks & Dunn, George Strait, Neil Diamond, Rascall Flatts, Dolly Parton, George Jones, Randy Travis, Travis Tritt, Lorrie Morgan, Clint Black, Merle Haggard, Vince Gill, Shelby Lynn, Tanya Tucker, Keith Whitley, Natalie Cole, Trace Atkins, Terri Clark, Shainia Twain, Faith Hill, Tim McGraw, Reba McEntire, The Judds, LeeAnn Womack, Willie Nelson, Toby Keith, Martina McBride, Trisha Yearwood og mong, mong onnur.
Paul Franklin, steel-guitar
Paul er snøgt sagt kongurin yvir allar, tá tað snýr seg um at spæla steel guitar. “Tey siga, Paul er tann allarbesti – men fyri mær tykist hann at gerast betri allatíðina!” er Mark Knopler endurgivin fyri at siga. Hóast steel guitarin er óreingiliga tengdur at country tónleiki, so hevur Paul Franklin spælt við nøvnum sum Dire Straits, Sting, Barbara Streisand og hart rockandi metal bólkinum Megadeth. Haraftrat hevur hann spælt saman við Alan Jackson, Shania Twain, Nothing Hillbillies og George Strait. Paul Franklin hevur í áravís verið mest brúkti steel guitaristurin í Nashville. Hann er seks ferðirnar kosin “Steel Guitar Player Of The Year” og hevur verið nomineraður níggju ferðir til “Ársins tónleikari” til Country Music Awards. Paul Franklin spælir eisini rúgvu av øðrum ljóðførum, eitt nú pedal steel guitar, lap steel guitar, dobro, fiól og trummur. Franklin hevur seinastu árini verið fastur fúsur í Nashville og hevur spælt á fleiri enn 500 fløgum.
Edgar Struble, klaver – orkesturleiðari
Edgar Struble er maðurin, sum øll hesi 20 árini hevur verið høgra hondin hjá Jákupi Zachariassen í Nashville. Og hóast hann seinastu árini hevur búð í Los Angeles, so hevur samstarvið millum Jákup og Edgar hildið á. Edgar er mest kendur fyri at vera ein orkesturleiðari og hann hevur staðið fyri tónleikinum fyri The American Music Awards og The Academy of Country Music Awards síðstu árini. Edgar hevur skrivað og arrangerað tónleik til ótal av sjónvarpsrøðum. Mest kendur er Edgar Struble fyri síni 15 ár við Kenny Rogers, um tað mundið, tá Rogers fekk sítt altjóða gjøgnumbrot við The Gambler. Herfyri gjørdi Struble ein medley fyri Brooks and Dunn, Taylor Swift, Rascal Flatts, Sugarland og Carrie Underwood. Dolly Parton er endurgivin fyri at siga, at Edgar Struble “er ein av teimum bestu orkesturleiðarum, sum eg havi arbeitt saman við!”
John Hobbs, keyboards
John Hobbs er allarhelst mest brúkti tangentspælarin í Nashville. Samstundis megnar hann at halda sera lágan profil í almenninginum. Hann hevur onga heimasíðu, onki stendur um hann á Wikipedia. Samstundis er hann orkestur leiðari hjá country heimsstjørnuni Vince Gill. John Hobbs er serliga kendur sum ein inniligur tónleikari, ið samstundis hevur ekvilibristiskar gávur. Hann spælir klaver, men er eisini nógv umbiðin sum orgulspælari. Og hann spælir eisini ofta wurlitzer á fløgum. So seint sum í 2008 luttók hann á 33 fløgum, sum komu út í USA. Tað er sannar heimsstjørnur, hann spælir við. Av teimum kunnu nevnast: Willie Nelson, Leann Rimes, Billy Ray Cyrus, Vince Gill, Julie Ingram, Bob Seger, B.B. King, George Strait, Brad Paisly, Loretta Lynn, Lynard Skynard, Lionel Richie, Kenny Rogers, Shania Twain, Royal Philarmonic Orchestra, Peter Cetera, Bad Company, Cher, Michael Bolton, Kenny Chesney, Amy Grant, Toby Keith – ja, listin er endaleysur.
Bryan Sutton, akkustiskan guitar
Bryan Sutton er ein bluegrass guitaristur av teimum heilt stóru. Hann fekk sítt gjøgnumbrot, tá hann gjørdist partur av bólkinum hjá einum øðrum guitar virtuosi Ricky Skaggs og hansara bólki Kentucky Thunder í 1997. Árið eftir stóð hann longu á pallinum og spældi, tá Grammy heiðurslønir vórðu handaðar og um hetta mundið spældi hann á bluegrass útgávunum við mætum bluegrass artistum sum Aubrey Hayne, Jery Douglas, Don Rigsby og Bobby Hicks. Í 1999 valdi Bryan Sutton at gevast í Kentucky Thunder og satsaði upp á at gerast studiotónleikari fulla tíð. Í dag er hann nógv umbiðin og hansara eyðkenda guitarspæl kann eitt nú hoyrast á milliónseljandi fløguni “Fly” við Dixie Chicks og tað er eisini Bryan Sutton, ið spælir guitar á báðum sera væl móttiknu bluegrass fløgunum við Dolly Parton “Little Sparrow” og “The Grass Is Blue”. Bryan Sutton var í 2000 kosin “Ársins Guitarleikari” av International Bluegrass Music Association.
Paul Leim, trummur
Tað var ikki av ongum, at lesararnir í tíðarritinum Modern Drummer í 2006 valdu Paul Leim at vera besta trummuspælara í heiminum. Fáir aðrir tónleikarar hava megnað at spælt við so nógvum artistum – bæði á fløgu og eisini til konsertir – sum Paul Leim. Haraftrat er hann kendur fyri at spæla trummur til tónleik hjá filmskomponistum so sum John Williams og Doc Severins. Somuleiðis er tað Leim, ið spælir trummur til tematónleikin í stórfilmum sum "Star Wars “Return of the Jedi”, "The River” og “Dirty Dancing.” Paul Leim er einasti av amerikansku tónleikarunum, sum hevur verið í Føroyum áður. Hetta var í 2006, tá hann spældi inn trummur til fløguna Fjakkari við Regini Guttesen. Paul Leim hevur eisini spælt á million seljandi fløgum við Lionel Richie, Dolly Parton, Peter Cetera, Tanya Tucker, Randy Travis, Michael W. Smith, Reba McEntire, Kenny Rogers, Lorrie Morgan, Mark Chestnut, Lyle Lovett, Sandi Patti, Amy Grant, Colin Raye, Lonestar, Shania Twain, Faith Hill, Bob Seger og Kenny Chesney. Leim hevur seinastu árini eisini verið á konsertferðum við Randy Travis, The London Symphony, Tom Jones, Tim McGraw og “ELVIS, The Concert”.
David Hungate
David Hungate er uttan iva tann kendasti av øllum tónleikarunum, sum koma at vitja í Føroyum. Hetta kemst fyrst og fremst av, at hann var ein av stovnarunum av superbólkinum Toto og spældi við á fýra teimum fyrstu útgávunum. Í 1980 flutti David Hungate til Nashville og í 1982 fór hann úr bólkinum Toto. Men hetta hevur ikki steðga eminenta bassleikaranum í at útfoldað seg. Hungate hevur seinastu skjótt 30 árini spælt við á 100 tals fløgum saman við altjóða nøvnum so sum Chet Atkins, Mark Knopfler, Dolly Parton, Linda Ronstadt, Rickie Lee Jones, Kenny Rogers, Glen Campbell, Diana Ross, Toby Keith, Alice Cooper, Gladys Knight. Í studio høpi er David Hungate kendur sum “Mr. One take” – tvs, at tað kemur næstan ikki fyri, at Hungate spælir eitt lag inn meira inn einaferð.