Hesir spæla til tiltakið hjá Miðlahúsinum

Miðlahúsið spílar seg út við stórum tiltaki í Vágsbotni ólavsøkudag

Miðlahúsið ger nógv burtur úr stóra ólavsøkutiltakinum, sum verður hildið í Vágsbotni ólavsøkudag kl. 22.00


Tiltakið er vorðið fastur táttur á ólavsøku, og sera nógv fólk plaga at møta til løtuna við livandi tónleiki og undirhaldi.

Kendur og væl umtóktur popptónleikur verða at hoyra, tá ið vágbingurin Ingi Poulsen og klaksvíkingurin Niclas Heri Jákupsson fara at framføra sínar landaplágur saman við væl spælandi bólki.

Ingi Poulsen hevur seinnu árini verið nógv at hoyrt við sangum sum »Tann fittasta« og »Tá ið eg síggi teg«. Nú er hann eisini aktuellur við sanginum »Kostbar«. Ingi hevur vunnið fram við fangandi løgum og eini eyðkendari suðuroyarrødd.

Niclas Heri er sangari og sangskrivari í bólkinum Dynamit, sum hevur havt eina langa røð av hittum – eitt nú við sangum sum »Grøv nummar 13«, »Pápi tín býr ei í Tórshavn« og »Til allar kvinnur« bara fyri at nevna nakrar.  Niclas Heri, sum nú hevur bólkin Dynamit Perlur, fer at spæla nakrar av bestu Dynamit-sangunum.

 

Umframt tónleikin verður eisini skemt við tveimum kendum undirhaldarum.