Hesum eru vit hart ímóti

Vónandi verður hendan ætlanin aldrin til veruleika, sigur Vinnuhúsið

– Strandferðslan skal ikki kappast við privatu vinnuna. 

Tað sigur Reiðarafelagið fyri Handilsskip, nú Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluna, hevur lagt uppskot fram um at Strandferðslan aftur skal fara at sigla til Skotlands

Á flokstingi hjá Tjóðveldi um vikuskifti nevndi hann møguleikan, at Strandferðslan fær eitt avloysaraskip fyri Smyril, sum eisini kann sigla við farmi og ferðafólki ímillum Skotland Suðuroynna.

Reiðarafelagið dugir ikki at síggja nakað skil í eini slíkari ætlan

– Marknaðurin fyri farmaflutning við skipi er longu merktur av ógvuliga harðari kapping og yvirkapasiteti, sigur felagið

– Neyvan er tað nakað annað fjarskotið oyggjaland, sum hevur so góða tænastu á hesum økinum sum Føroyar, leggur felagið afturat.

 –Tað eru avskipingarmøguleikar úr Føroyum hvønn einasta dag í vikuni, og siglt verður eisini til Skotlands hvørja viku, men er talan um størri nøgdir enn vanligt, ber eisini til at leggja inn í Suðuroynni eftir teimum.

 – Reiðarafelagið fyri Handilsskip er hart ímóti, at tað almenna fer í kapping við privata vinnu. Almenni stovnurin Strandferðslan hevur nakrar ávísar uppgávur at røkja, og at fara inn at kappast við privatu vinnuna er ikki ein av teimum.

 – Enn eru ætlanirnar, um at Strandferðslan skal inn at kappast við privatu vinnuna um farmaflutning til og úr Føroyum, vónandi bara eitt hugskot hjá stjóranum á Strandferðsluni, og vónandi verður hetta ongantíð meira enn eitt hugskot, sigur felagið

Vit hava meiri um hesa ætlanina í Sosialinum, sum kemur í annaðkvøld.