Leygardagin tann 4. mai 2002 kl. 14.00 letur upp fotoframsýningin hjá íslendska Spessa upp í Norðurlandahúsinum.
Hetjurnar hjá ljósmyndamanninum Spessi eru tilkomnir íslendskir sjómenn og heimagangandi húsmøður frá heimbýi hansara, Ísafirdi, sum er høvuðsstaður í Vesturfjørðinum.
Spessi sýndi myndarøðina "Hetjur", myndir av monnum, fyrst í 1996 og av konum í 1998. Árið eftir vóru myndirnar sýndar í Finnlandi, og partar av henni hava verið sýndar við úrvali av norðurlendskum samtíðarljósmyndum í USA.
Hugskotið til myndirnar kom, tá ið Spessi varð biðin um at gera postkort fyri bygdasavni í Ísafirði. Hann gjørdi av at taka myndir av monnum, fráfarnum sjómonnum - monnum ið hava gjørt sær nógvar og drúgvar lívsroyndir. Stjórin á Bygdasavninum varð so hugtikin av myndunum, at tær vóru fyrst sýndar fram í salinum í bygdasavninum - men postkort vóru ongantíð gjørd. Í framhaldi av røðini, tók hann myndir av konum í Ísafirði.
Spessi segði, at tað, ið hetjunar ímynda í dag, er eitt upphav. Orðið (hetja) verður brúkt afturat sum uppískoyti, eins ein undanførsla at býta hetta. Ítrottahetja ella hetja í gerdandisdegnum.
Spessi vil samanbera orðið og hetjuhugmyndina við vanligum fólki, sum hava livað lívið við virðing. Menninir myndaði hann á einum gomlum sjúkrahúsi, ið ikki longur er í nýtslu. Har gjørdi hann onkra bakgrund bygda á portrettupp-stillingar eins og ofta í portrettmálningum, ið vóru í fyrru øld á megin-landinum í Evropa.
Tað vóru gjarna myndir, ið sýndu modell í síni heild, við vøkrum umbúnaði. Tá vísti hann, enn einaferð, til íslendska ljósmyndastovumyndir frá fyrru helvt av 20. øld, har ið leiktjaldið ofta varð sett til síðis, ella afturum modellið. Hann sigur, at myndirnar soleiðis hava verið í umtalu við hesar eldri siðir málverksins og ljósmyndans. Hann lænti gamlar veggjamyndir frá bygdasavninum til at hava í summum myndum. Hann helt áfram við at arbeiða við hesum minninum í huganum av konunum, men tær myndaði hann í gomlum húsið í Ísafirði, har hann gjørdi onkra leikmynd, vid at klæða eitt kamar við hóskiligum tapeti og síðani arbeiddi við tingum/rekvisittum. Fólkið møtti síðani til myndatøkurnar í fínasta stási.
Ummælarin á tí amerikanska tíðindablaðnum The New York Times skrivaði, at hetjurøðin hjá Spessa á vári 2001 var tann fyrsta av sínum slagi, og at ljósmyndarin "grundlegði hetjuskapin, á evnuni hjá fólkinum at liva eftir lívsins krøvum."
Spessi er føddur á Ísafirðinum í 1956. Hann las ljósmyndamann á Akademi voor Beeldende Kunst í Hollandi, og verk hansara hava verið sýnd á mongum einstaklinga- og felagssýningum í Íslandi, Svøríki, Finnlandi, Onglandi, Hollandi og Amerika. Nú í apríl hevði hann eina einmansframsýning í Roebling Hall Gallery í New York, har hava verk hansara verið sýnd tríggjar ferðir tvey tey seinastu árini. Harafturat eru myndir hjá Spessa regluliga at síggja í ymiskum tíðarritum.
Til fjølmiðlarnar: Listamaðurin Spessi býr í Norðurlandahúsinum í tíðarskeiðnum 29.04 - 06.05.02 og tá er møguleiki at hitta hann um áhugi er fyri tí.