- Hetta droymdi eg um

Dysturin á Svangaskarði í kvøld var tann seinasti heimadysturin hjá Jákupi Mikkelsen á landsliðnum. Liðformaðurin hevur boðað frá, at hann gevst á landsliðnum, tá ið hendan undankappingin er liðug.

 

Og Jákup Mikkelsen átti sín lut í sigrinum á Litava í kvøld.

 

- Eg hevði eina fantastiska verju frammanfyri meg, so eg vil fyrst og fremst geva teimum heiðurin fyri, at vit kláraðu at halda teimum frá at skora meira enn tað eina málið, segði Jákup Mikkelsen.

 

- Hetta var eitt ótrúliga flott avrik av liðnum, og eg eri sera glaður fyri, at eg fekk slíkt úrslit í mínum seinasta dysti á heimavølli.

 

Jákup Mikkelsen fekk gult kort í dystinum í kvøld, men hann er ikki leikbannaður til næsta dystin.