Hetta eigur at vera ein ávaring til onnur

Fuglafrøðingur hevur illgruna um at ferðavinnan er ikki góð fyri lívið í Vestmannabjørgunum

Mynd: Sjóvarmál

Hetta eigur at vera ein ávaring til onnur um, hvat avleiðingin kann vera tá ið siglt verður undir fuglabjørg við ferðafólki. Tað heldur Bergur Olsen, fuglafrøðingur, í ársritinum hjá Havstovuni, Sjóvarmál. Hann vísir á, at fyrr vóru Vestmannabjørgini góð fuglapláss, men nú er bara ein viðfáningur eftir. Nýggjar teljingar vísa, at í fjør vóru bara fimm prosent av lomviganum og eitt prosent av ritureiðrum at síggja i Vestmannabjørgunum, samanborið við teljingar í í 1972 og í 1987.

 

##med2##

 

Bergur Olsen sigur, at meginorsøkin til, at tað er so nógv minni til at fugli, er, at tað er minni til at føði. Harafturat varð loyvt at veiða fugl alt árið. Men hann sigur, at hóast hann ikki kann prógva tað, hevur hann illgruna um, at sigling undir fuglabjørg við ferðafólki er eisini ógvuliga skaðilig fyri fuglin og hann sigur, at tað er nógv, sum bendir á, at hendan siglingin ikki er burðardygg.

 

Tað er hugsandi at ferðafólkasiglingin hevur skundað undir minkingina, leggur hann afturat. Hann vísir á, at í Skúgvoy er støðan betri enn undir Vestmannabjørgunum. Orsøkin kann vera, at tað er meiri føði sunnanfyri, men hinvegin er tað eisini ein sannroynd, at í Skúgvi fær fuglurin betri frið fyri ferðafólki. Í Skúgvoy steðgaði minkingin í 1990 og síðani hevur tað gingið upp og niður. Men eru tær náttúrligu umstøðurnar verri norðan­ fyri enn sunnanfyri, tolir fuglurin enn minni av norðanfyri, og so má ferðavinn­ an laga seg eftir tí, heldur hann

 

– Skal tað vera burðardygt at sigla undir fuglabjørg við ferðafólki, er tað avgerandi, at siglingin ikki ávirkar fuglin. Tá ið bátur kemur tætt undir bergið, rýmir lomvigin, sum liggur á sjónum, út frá, og tað sama ger fuglurin, sum situr á helluni undir berginum.

 

Hetta er tann ungi lomvigin, sum er 2­-5 ára gamal og verpa sum 5-6 ára gamal. Hesa tíðina nýtir hann at kunna seg við bergið og finna sær ein maka, men verður hann órógvaður alla tíðina, rýmir hann hagar, betri friður er, sigur Fuglafrøðingurin. Tað er ein sannroynd, at lomvigi eigur ikki, har hann verður órógvaður alla tíðina, leggur hann afturat.

 

Hann heldur, at hetta er seinasti møguleikin at gera eina roynd at fáa lomvigan og rituna at nørast aftur í Vestmanna­ bjørgunum.  Sjálvt um ongi beinleiðis prógv eru fyri, at ferðavinnan hevur skundað undir minkingina seinastu 30-­40 árini, eigur mistankin at verða tikin í álvara, so hesir seinastu fuglar­nir fáa frið, og møguleika at nørast aftur, sigur Bergur Olsen. Hetta eigur eisini at vera ein ávaring um, hvat kann henda aðrastaðni, har siglt verður við ferðafólki til fuglabjørg, sigur hann.

 

Hesi seinastu árini hevur sigling við skjótt­ gangandi gummibátum eisini tikið seg upp, og hesir sigla um alt landið, bæði har fuglur eigur og aðrastaðni. Tí er tað umráðandi, at hendan siglingin verður skipað, so hon ikki er til ampa fyri fuglin.

 

Tað eru nógv onnur áhugaverd pláss við drangum og holum at vísa fram, har ongin fuglur verður órógvaður. Siglt kundi verið einar 100 metrar úr landi, har fuglabjørg eru, og ferðafólkini kundu so hugt at fuglinum við kikara, sigur hann. Best hevði verið, um als ikki var loyvt at sigla við ferðafólki tætt undir fugla­ bjørg meðan lomvigi, álka og rita eru í bjørgunum, leggur hann afturat.

 

Mynd: Sjóvarmál

Mynd: Sjóvarmál