Tað er næstan vónleyst at fáa serlæknar í neurologi til Føroyar og samstundis er talið á sjúklinum munandi økt hesi seinastu árini. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum sigur, at tað er orsøkin til, at tað er so leingi hjá sjúklingum við parkinson er so long.
Felagið fyri fólk við parkinson hava víst á, at tað tekur einar tíggju mánaðir at bíða eftir at sleppa í viðgerð hjá serlækna. Samstundis sleppa tey bara til kanningar eina ferð, ella tvær ferðir um árið, og tey halda, at støðan í Føroyum langt frá nøktandi í einum heilsuverki í Norðurlondum í 2019.
Tey vísa eisini á, at í Danmark, Íslandi og Noregi er eingin bíðitíð eftir viðgerð, og har eru sjúklingar fleiri ferðir um árið til metingar og viðgerðir.
Tí vildi Jenis av Rana, løgtingsmaður, hava at vita, hvat ætlanin er at gera við trupulleikan. Hann vísir á, at er støðan tann, at hetta er eitt serøki, sum her tikið heim til Føroya, má tað útveitast aftur til eitt útlendskt sjúkrahús, og so má tjóðskaparkenslan víkja, helt hann speiskliga fyri.
Sirið Stenberg sigur, at tað gongur illa at fáa serlækna í starv, men hóast útlendskir læknar eru eru meiri í Føroyum nú, strekkir tað ikki til, tí tað eitt annað, sum ger seg galdandi, og tað er, at talið á sjúklingum, sum skulu til neurolog, er munandi økt seinastu árini.
Hon vísir á, at í 2016 vóru tað 789 sjúklingar, men í fjør vóru tað 912 sjúklingar, ella 123 fleiri. Hon sigur, at hóast bíðitíðin er long nú, er bíðitíðin meiri enn eitt ár styttri nú, enn hon hevur verið. Hon sigur, at tað eru ikki pengar, sum mangla, tí trupulleikin er, at tað eru eingir læknar til taks.
Annars fer Suðuroyar Sjúkrahús í næstum undir at hava endurvenjing fyri sjúklingar, sum hava parkinson og tað verður eisini eitt framstig, leggur hon afturat.