Nú er greitt, at skjótt vera 12 íbúðir í Havn tøkar til fólk við sálarsjúku.
Tað eru Sinnisbati, sum stendur fyri hesi ætlanini í samstarvi við Bústaðir.
Bústðaðir fer undir bústaðarbygging á Berjabrekku í Tórshavn, og í tí sambandi verða trý hús, við trimum íbúðum í hvørjum húsi, sett av til Almannaverkið til fólk við sálarsjúku
Samstarvið er komið í lag, við tað, at Sinnisbati hevur átt eitt størri grundstykki á Berjabrekku, har Bústaðir hevur ætlanir um at byggja ein størri býling av leiguíbúðum.
Kravið fyri at lata Bústøðum grundstykkið bíliga, hevur verið, at ein partur av íbúðunum skulu markast til fólk, eru komin fyri seg, partvíst av sálarsjúku, og sum eru før fyri at búgva fyri seg sjálvi.
Tilsamans ætla Bústaðir at byggja 38 íbúðir á Berjabrekku, soleiðis at grundstykkið, sum Sinnisbati hevur átt, verður ein partur av einum størri stykki, har fleiri íbúðir verða bygdar.
- Við hesum verða tær 12 íbúðirnar, sum Almannaverkið fer at ráða yvir, ein partur av einum vanligum bústaðarøki. Hetta er eitt tekin um, at vit í samfelagnum vilja fjølbroytn og at vit stimbra tollyndi og í longdini vinna vit øll av hesum, sigur Sinnisbati í tíðindaskrivi beint nú.
Sinnisbati sigur, at hetta hevði ikki borið til, høvdu Bústaðir bjóðað seg fram, og tikið hesa uppgávuna á seg.
– Hetta er ein teimum bestu gávunum, sum ein áhugafelagsskapur sum Sinnisbati kundi fingið, siga tey í Sinnisbata.