Síðsta hósdag læt fyrsta framsýningin í nýggja gallarínum í Havn upp. Tað er Gallarí Havnará, sum er í niðastu hæddini í søguligu húsunum, har Tórs Cafeteria í sínari tíð húsaðist.
- Hetta er ein dreymur hjá mær og konuni, Jóhonnu, sum nú er vorðin veruleiki. Vit hava bæði stóran áhuga fyri list, og tað er ein góð kensla at kunna geva okkara íkast við hølunum í hesum hugnaliga umhvørvi, beint undir liðini av Havnará og dygst við fótin á Viðarlundini.
Tað sigur Bogi Andreasen, sum er kendur úr býráðspolitikki í Havn og ikki minst úr umhvørvinum niðri í Tórsgøtu.
- Tað er okkara vón, at Gallarí Havnará verður ein lítil listarlig perla í Havn, leggur hann aftrat.
Bogi Andreasen sigur, at býráðsarbeiðið fór avstað við nógvari tíð og nógvum órógvi, og nú hann ikki er við longur, beyðst høvi at lata upp Gallarí Havnará.
- Hetta er ógvuliga spennandi, og eg vóni, at nýggja gallaríið kann gerast eitt íkast til listarliga umhvørvið í høvuðsstaðnum, sigur hann.
Fyrsta framsýningin í Gallarí Havnará, sum læt upp seinasta hósdag, er við so navnframum listafólkum, sum Arnoldi Vegghamar, Eyðuni av Reyni, Astri Luihn og Kára Svensson.
Bogi Andreasen sigur, at framsýningin, sum nú hongur uppi, verður opin hvønn dag fram til 22. desember, sum er í dag.
Í dag er opið frá klokkan 15 til 18.
- Komandi tíðina fara skiftandi framsýningar at prýða veggirnar í Gallarí Havnará, sigur Bogi Andreasen.
##med2##