- Hetta er ein góð kensla

- Møguleikin at ferðast skjótari og í allar ættir fer at hava við sær, at áhugin fyri at búseta seg her, sum longu er veksandi, verður upp aftur størri, sigur Niclas Davidsen.

Hvør er kenslan, nú fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin verður latið av týsdagin, 21. februar klokkan 14?

 

- Hetta kveikir eina kenslu av, at tað, sum hjá mongum ikki hevur verið hildið at bera til, kortini ber til. Tað birtir eina góða kenslu.

 

Tað sigur Niclas Davidsen, vinnulívsmaður á Toftum, sum í nógv ár var formaður í B68 Spurdur, hvønn týdning hann væntar, at Eysturoyartunnilin fer at hava fyri Skálafjørðin, Eysturoynna og Norðoyggjar, svarar hann soleiðis:

 

- Útbyggingar av samferðslukervinum í Eysturoy hava verið við til at menna oynna til tað, sum hon nú er. Henda verkætlanin fer at lyfta Norðoyggjar og Eysturoy upp aftur longur fram.

 

Metir tú, at tunnilin fer at økja um áhugan at seta búgv í nærliggjandi økjunum við Skálafjørðin?

 

- Møguleikin at ferðast skjótari til og frá og í allar ættir fer at hava við sær, at áhugin fyri at búseta seg her, sum longu er veksandi, verður upp aftur størri.

 

Dugir tú at meta, hvat Eysturoyartunnilin fer at merkja fyri Havnina?

 

- Talan er um eina vinn-vinn støðu, soleiðis at skilja, at eisini Havnin fer at fáa nógvar av ágóðunum, sum Eysturoyggin og Norðoyggjar fara at fáa, heldur Niclas Davidsen.