Tað er burtur úr vón og viti, at tað skal vera so tórført at fáa fatur á føroyskum mati.
Tað heldur Jóhan Mortensen, íverksetari við serliga stórum áhuga í at at menna føroyska matmentan.
Í morgin fer Løgtingið at taka støðu til tvey uppskot um at gera tað lættari at fáa fatur á føroyskum mati. Í tí sambandi er endamálið, at tað skal bera til hjá føroyskum matstovum, og føroyskum handlum at borðreiða við, og selja føroyskar matvørur, hóast tær ikki eru frá løggildum framleiðara.
Meiriluti er fyri at linka treytirnar fyri kjøt og aðrar úrdráttir av seyði og neytum, men ivingarsamt er um tað er meiriluti fyri at hetta skal umfata allar matvørur, tvs, grind, fugl, og annað.
Fakligi serkunnleikin á økinum er ikki fegin fyri ætlanini, tí tey vísa á, at fólk, sum keypa mat í handlum, ella á matstovu, mugu hava trygd fyri, at øll viðurskifti eru í rættlag, eisini hvar reinførið viðvíkur, tí annars kunnu fólk verða illa sjúk.
Hesum er Jóhan Mortensen alt annað enn samdur í. Hann heldur, at tað er ein grov undirmeting av føroyskum bóndum, og mannminkandi fyri teir, at siga, at teir ikki hava síni viðurskifti viðvíkjandi reinføri í rættlagi.
Hann er sannførdur um, at handlar og matstovur fara at seta ógvuliga strong krøv til sínar leverandørar, tí tey hava rætt og slætt ikki ráð til, at nakar verður sjúkur av matvørum, tey hava fingið frað teimum.
- Í løtuni veit eg um 17 ungar føroyingar, sum eru í kokkalæru á føroyskum matstovum, so eisini næsta ættarlið av okkum verður skúlað í matvøtukynstið á hægsta stigið, leggur hann afturat.
Hann er líka sannførdur um, at bøndur, fara at seta ógvuliga strong krøv til sín sjálvs, tí teir eru sjálvandi greiðir yvir, at hava teir ikki síni viðurskifti í rættlagi, fara teir at verða boykottaðir alt fyri eitt, bæði av handlum og av matstovum, og so eru teir eisini lidnir í vinnuni.
Jóhan Mortensen heldur, at tað vandin fyri botulismu, er alt ov nógv avgjørdur.
- Allir framleiðarar kenna til botulismu og duga at verja seg fyri henni. Tað eru eisini nógv ár síðani, at vit seinast høvdu ein tilburð av botulismu í Føroyum, leggur hann afturat.
Hann staðfestir somuleiðis, at í dag kanst tú keypa alskyns fremmant kjøt í føroyskum handlum, bæði slangu, krokodillu, struts, kamel, høsnarungar í Amazon, og tikararækjur úr "runuhylum i Vietnam" sum hann málber seg.
- Einki verður kannað í Føroyum, tí vøran fær eitt ES stempul onkustaðni, og kann sostatt seljast frítt í Føroyum. Tað er nógv størri vandi fyri at verða sjúkur av hesum vørum, enn av at eta skerpikjøt frá einum bónda í Føroyum, hóast hann ikki er løggildur, sigur Jóhan Mortensen
Les meiri her: Vár, EU og nýggjar tíðir
Hann dugir heldur ikki at síggja nakað høpi í, at føroysk bryggjari ikki sleppa at búka føroyskar rabarbur at gera øl av, men heldur mugu innflyta danskar rabarbur, bara tí at føroyski rabarbugarðurin er ikki góðkendur.