Hetta er ein kúvending sum er eitt álvarsmál

Nú er eitt rok-mál í Tórshavnar Býráð endað á borðinum hjá landsstýrismanninum

– Hetta er ein kúvending, sum er eitt álvarsmál, og tað má greinast út í æsir.

Tað sigur Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

Hann er eisini býráðslimur í Havn fyri Javnaðarflokkin og nú vil hann hava Helga Abrahamsen, sum er landsstýrismaður í kommunumálum, at siga sína meining um eitt mál, sum rættiligt rok stóðst av í býráðnum fyri jól.

Og tað skal landsstýrismaðurin greiða alment frá í næstum.

Talan var um Gunvør Balle, býráðslim fyri Tjóðveldi, sum bað um farloyvi frá býráðnum, men longu eina viku seinni, møtti hon aftur á fundi.

Býráðslimirnir fyri javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, mótmæltu hesum harðliga, tí teir søgdu, at tað hevur altíð verið siðvenja í Tórshavnar Býráð, at fer býráðslimur í farloyvi, skal hann vera burtur mist 14 dagar. Hetta er fyri at forða fyri, at býráðslimir valsa inn og út úr býráðnum sum teimum lystir - kanska fyri at sleppa undan at taka støðu til mál, sum teir halda eru keðilig.

Les meiri her: Rok í Tórshavnar Býráð

Heðin Mortensen sigur, at í hesum sambandi fekk borgarstjórin í Havn eina niðurstøðu frá landsstýrinum , sum sigur, at ein býráðslimur, sum er í farloyvi, kann altíð taka sæti aftur í býráðnum.
– Øll míni 47 ár í býráðspolitikki hevur tað verið rimmarføst siðvenja, at fer býráðslimur í farloyvi, skal farloyvið vera í minsta lagi 14 dagar, sigur Heðin Mortensen.

Les eisini: Tað ber ikki til hjá býráðslimum at renna út og inn sum teir vilja

– Tað vil siga, at er tú fyrst farin í farloyvi, ber í fyrsta lagi til at taka sæti aftur í býráðnum, tá ið 14 dagar eru farnir.

– Sama skipanin er galdandi fyri tingfólk, har farloyvistíðin er ásett at vera minst sjey dagar, og tað ber ikki til at taka sæti aftur, fyrr enn teir fyrstu sjey dagarnir eru farnir.

Les eisini: Tórshavnar Býráð hevur borið seg skeivt at seinastu 40-50 árini

Heðin Mortensen sigur, at á skeiðum, og frá løgfrøðiligum ráðgevarum, hava tey fingið at vita, at orsøkin til, at reglurnar eru sum tær eru, er, at býráðsarbeiðið er ein borgaraskylda.

Hann ásannar, at tað stendur ikki púra greitt í lógini, at býráðslimur ikki kann møta aftur, fyrr enn 14 dagar eru farnir.

­– Tí er hendan kúvendingin eitt álvarsmál, ið eigur at verða viðgjørd og greinað út í æsir, sigur Heðin Mortensen.

Hann sigur, at hetta er eitt óvanliga prinsipielt mál, sum í fyrsta lagi snýr seg um, undir hvørjum umstøðum, tað ber til at kúvenda frá eini fastari, gamlari og rótfestari lógartulking og siðvenju á einum øki.

– Í øðrum lagi snýr tað seg, hvussu starvið sum kommunustýrislimur skal metast, tí tað er ein grundsteinur undir skipanini, at kommunustýrislimir hava møtiskyldu og teir skulu hava góðar orsøkir til ikki at vera við á fundum.

Heðin Mortensen sigur, at stórur dentur hevur verið lagdur á, at kommunustýrislimir skulu ikki kunna skáka sær undan viðgerðum, sum ikki hóvar teimum, og tí hava reglurnar um farloyvi verið strangar og fastar.

Verður niðurstøðan hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum galdandi frameftir, fer tað júst at bera til hjá býráðslimum at skáka sær undan at viðgera ymisk mál, tí teir kunnu møta á fundi aftur dagin eftir. Tað merkir, at býáðslimir kunnu fara og koma, sum teimum lystir, sigur Heðin Mortensen.

Tí skal Helgi Abrahamsen nú greiða frá um tað var ein politisk avgerð, nú siðvenjan í sambandi við farloyvi hjá kommunustýrislimum brádliga varð broytt beint fyri jól.

Hann skal eisini greiða frá teimum løgfrøðiligu grundgevingunum fyri hesi kúvending, sum hann kallar tað.