Hetta er ein álvarsom støða - men støða er ikki tikin til verkfall

– Sum støðan er nú, hava vit fullan rætt til at fara í verkfall beint nú. Men tað er eitt álvarsmál, so vit viðgera støðuna út í æsir, sigur forkvinnan

 

– Vit viðgera støðuna, og vit fara at taka okkum ta tíð, sum tað er neyðugt at taka. Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Seinnapartin í dag slitnaðu samráðingarnar ímillum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið, og sostatt er sáttmálaloysi.

– Sostatt hava vit fullan rætt til at lýsa verkfall í heilsuverkinum, men nú viðgera vit støðuna, fyri at vita, hvat tað næsta stigið skal vera, sigur forkvinnan.

Hon sigur, at lýsa tey verkfall, hava tey eina fráboðanarfreist upp á 48 tímar. Tað merkir, at tey skulu boða frá verkfallinum minst 48 tímar áðrenn tað verður sett íverk.

Óluva í Gong sigur, at støðan er ómetaliga álvarslig og tí fara tey at brúka tað tíð, sum er neyðugt fyri at venda hvørjum steini og viðgera støðuna út í æsir.

Og hon ivast í um tey koma til nakra niðurstøðu í dag og hon vísir á, at enn er als eingin støða tikin, hvørki um verkfall, ella um nakað annað, og allir møguleikar verða vendir.

Korona gongur í Føroyum, men Óluva í Gong sigur, at nú tey viðgera støðuna, hugsa tey um meiri enn korona. Vit hugsa um alt heilsuverkið sum heild, sigur hon.