Hetta er ein stórur dagur fyri Havnina – og allar Føroyar

Nú verður sjøtul settur á at byggja størstu høll á Føroya landi

Nú hevur Tórshavnar býráð endaliga samtykt at fara undir arbeiðið at byggja eina stórhøll, sum skal kunna hýsa alskyns virksemi, bæði ítrótti, ráðstevnum, konsertum, og øðrum. Talan er um størstu øll á Føroya landi, tí gólvvíddin er samfular 8,350 fermetrar og uttan fyri verður parkeringspláss til 650 bilar.

 

Upprunaliga varð høllin mett at kosta 217,8 milliónir krónur og Tórshavnar býráð samtykti at rinda helvtina av tí. Samstundis skuldi fígging fáast aðrastaðni frá upp á restina og tað hevur eydnast at finna slakar 110 mlliónir í fígging aðrastaðni frá, eitt nú frá danska fólkatinginum, frá grunnum og vinnulívi.

 

Men nú vísir tað seg, at høllin verður nakað dýrari enn upprunaliga mett, tí nú kostar hon 242 milliónir krónur og tað merkir, at Tórshavnar býráð má játta tilsamans 132 milliónir til høllina.

 

Og tað samtykti býráðið í gjárkvøldið. Gjaldið hjá kommununi fellur yvir trý ár. Og ætlanin er at fara undir projekteringina beinanvegin og tá ið hon er liðug, tekur tað 20 mánaðir at byggja høllina, sum fer at standa uppi við Stórutjørn, beint við nýggja høvuðsvegin til og úr Havnini.

 

Umframt at kunna hýsa alskyns tiltøkum, verður høllin eisini ein partur av tilbúgvingini við egnari streym- og hitaveiting. Sostatt kann høllin kann herberga eini stórari mannfjøld, skuldi kreppustøða gjørt tað neyðugt.

 

Til ein hondbóltsdyst kunnu vera eini 2.700 áskoðarar, og til eina konsert, har áskoðararnir standa, kunnu vera 4.600. Sita áskoðararnir, er pláss fyri uml. 3.600. Aftrat høllini eru umklæðingarrúm, fundarhøli, veitingarrúm, goymsla v.m.

 

Nevnt varð eisini, at høllin er góðkend til altjóða landsdystir í hondbólti og í flogbólti er hon góðkend til altjóða landsdystir, upp til eitt vist og tað er Articon, sum skal byggja hana.

 

Býráðslimir løgdu dent á, at hetta er ein høll, sum fer at vera til stórt gagn, ikki bara fyri Tórshavnar Kommunu, men fyri alt landið, og sostatt er hetta ein fagnaðardagur fyri alt landið.

 

Stórhøllin, ið hevur fingið heitið, Føroya Arena, er en sjálvsognarstovnur, og á býráðsfundi var nevndin eisini vald. Í henni sita:

 

Fyri meirilutan í býráðnum er Heðin Mortensen, borgarstjóri, nevndarlimur og Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, er varalimur  Fyri minnilutan í býráðnum er Annika Olsen nevndarlimur og Gunvør Balle er varalimur.

 

Fyri Vinnuhúsið er Bergur Poulsen nevndarlimur og Ester Dahl er varalimur. Fyri Visit Faroe Islands er Gurið Højgaard nevndarlimur og Annleyg Lamhauge er varalimur. Og fyri ÍSF er Elin Heðinssdóttir Joensen nevndarlimur og John Kjær, varalimur.